Nón

Nón - TemaTýsdagur um kærleika
12-12-2017
Hví gerast vit forelskað, og hvussu varðveita vit neistan í parlagnum? Vit viðgera og umrøða kærleikan úr ymiskum sjónarhornum

Hvør er munurin millum Agape og Eros, og hvønn týdning hava hesir fyri kærleikan. Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Rólandi í Skorini.
Hvørjar avbjóðingar eru í parlagnum? Vit tosa við psykoterapeutin Margret Mortensen og sexologin Biritu Lamhauge Jóansdóttir.
Hvat hendir við okkum, tá vit gerast ásttikin og rúsandi kenslan av forelskilsi skolar gjøgnum kropp og heila? Saman við Erlingi Fles, sálarfrøðinguri, leggja vit út í seinna hálvleiki við at nágreina vísindaliga, hvat hendir í heila og kroppi, tá vit gerast forelskað.
Tey funnu saman, áðrenn vit hoyrdu um The Summer of Love í 1967... Vit hitta Katrina og Ivan Johansen, sum funnu saman fyri 53 árum síðan, og sum framvegis eru par.
Í dag eru tað fleiri og fleiri, ið hittast á talgildum datingsíðum, men soleiðis var ikki, tá unga parið Annika Steintórsdóttir og Heri Schwarz Jacobsen hittust á fyrsta sinni. Vit fáa fittu og sermerktu søguna, tá tey vitja í Nón í dag.
Og hvat eyðkennir ein góðan kærleikssang. Hendan spurning seta vit Ólavi Olsen, ið er tónleikari og tónleikalærari, samstundis sum vit eisini fáa nakrar tónabornar kærleiksbitar.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022