Nón

Mjørkadalsbygningurin er ein arkitektonisk perla
15-12-2017
Eisini vitja vit varðhaldið, frætta um nýtt føroyskt akvavitt og vodka, og kringvarpsfólkini Lív Mikkelsen og Kári Poulsen framføra beinleiðis

Jólini nærkast í hvørjum, og hetta fara tey bæði kringvarpsfólkini Lív Mikkelsen, journalistur, og Kári Poulsen, KT-leiðari, at seta sín dám á, tá tey framføra tríggjar jólasangir beinleiðis í útvarpsstovuni..
Bygningurin, sum Færøernes Kommando bygdi á sinni, er ein sonn perla. Og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, hava vit verið á gátt í Mjørkadali, samstundis sum vit hava vitjað varðhaldið, har Heðin Askham, eindarleiðari, greiður frá, og verkstaðið hjá Joel Cole.
Vit fara eisini at fregnast um feministiska jólakalendara GUT/Productions fyri vaksin, tá Mariann Hansen vitjar um runda borðið.
Nógvir siðir eru knýttir at jólunum, og vit byrja seinra tíman við at spyrja Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðing, um nakrar teirra.
Fríggjadagin 15. desember fáast føroysku Einars Akvavitt og Einars Vodka til keyps í Rúsdrekkasøgu Landsins. Vit hava fregnast hjá Einari Waag.
Í dag eru 100 ár liðin, síðani danski rithøvundurin Tove Ditlevsen varð borin í heim, og hetta gera vit eisini vart við.
Og í Eygleiðingina viðgera Hallbera West og Georg L. Petersen aktuellu støðuna í kjalarvørrini frá politisku hólmgonguni.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022