Nón

Námsfrøðingar í søgu, menning og gerandisdegi
09-01-2018
Vit seta eisini orð á, hvussu tú kanst loysa eina ósemju, vitja eitt barnatiltak í Klaksvík, og skifta orð við samgongu- og andstøðuumboð um støðuna

Hvat er og hvat ger ein námsfrøðingur? Og hvør er søgan og hvør er støðan hjá pedagogum í dagsins samfelag?
Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Anniku Antoniussen, ið er útbúgvingarleiðari á námsfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya; Jóhannes Miðskarð, ið er phd., adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu, og Sigrið Vesturgarð, sum er námslektari.
Verkfallið og verkbannið, ið rakar limirnar í Pedagogfelagnum, merkist um alt landið. Og tí varð skipað fyri einum serligum tiltakið í Klaksvík í gjár. Og vit vóru á staðnum, har tosað varð við bæði stór og smá.
Hvussu fært tú loyst eina ósemju, og hvussu kann naggatódnin gerast enn truplari? Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Turið Debess Hentze, ið er advokatur og mediator, og Jákup Danielsen, ið er fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum.
Hvussu loysa vit ósemjuna millum Pedagogfelagið øðrumegin og Lønardeildina og Kommunufelagið hinumegin? Henda spurningin seta vit løgtingsmonnunum Djóna Nolsøe úr Javnaðarflokkinum og Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum.
Klokkan fýra hittast umboð fyri Fakfelagssamstarvið, ið verður myndað av Havnar Arbeiðskvinnufelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya, Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, og Føroya Pedagogfelag, í Smæruni. Og í seinasta tímanum fara vit oman at fregnast.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022