Nón

Bakkafrost, Philbrow og Eygleiðingin
11-01-2018
Bakkafrost hevur sagt 147 fólkum úr starvið, vit hittu stjóran til eitt prát um bakgrund fyri uppsøgnunum. Hósdagsgestur var Jógvan Philbrow

Tað kom sum ein skelkur, tá ið Bakkafrost segði 147 fólkum úr starvi. Vit hava verið inni á Glyrvrum og hitt stjóran á Bakkafrosti, Regin Jacobsen, til eitt prát um bakgrund fyri uppsøgnunum og tær avbjóðingar, sum standa fyri framman hjá føroyska alirisanum.

Í gjár hittust fólk at reflektera um, hvat hendir í føroyska samfelagnum; samstundis gjørdu fólk í 30 londum tað sama. Fyriskipararnir Tóra Petersen og Dánjal Samuelsen vóru í útvarpsstovuni og greiddu frá, hvørji rák og hvørjir tankar røra seg í føroyingum beint nú.

Hósdagsgesturin er nýggjur táttur í sendingini.  Fyrsti gesturin í hesum táttinum var Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag.

Og í Eygleiðingini varð kavað niður í verkfallið, sum koyrir á fimtu viku. Georg L. Petersen, blaðstjóri, og Siri Tórgarð, ráðgevi, viðgjørdu taktikk, lønarmun og útlit fyri eini semju. 

Lurta eftir sendingini her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022