- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Hvør er søgan, og hvussu er støðan hjá Norðurkorea. Hendan og aðrar spurningar seta vit í hesum Tematýsdegnum. Fyrri tímin snýr seg um Norðurkorea. Jens Hákun Leo, stjórnmálafrøðingur, sum eisini hevur lisið søgu, fer aftur í tíðina og greinar bakgrundina fyri, at Norðurkorea og Suðurkorea eru sundurskild. Lau Øfjord Blaxekjær, adjunktur á Fróðskaparsetrinum, sum er master í asiatiskum politikki, lýsir støðuna hjá Norðurkorea í dag. Svenska Ingrid Johansson, sum hevur verið diplomatur í høvuðstaðnum Phonyang, lýsir hvussu tað er at vera inni í Norðurkorea, og vit spyrja Jákup Mikkelsen, løgtingsmann, sum vitjaði Japan saman við vinnunevndini, hvussu grannalondini síggja Norðurkorea. Og so nerta vit eisini við norðurkoreanskan tónleik. Í seinna tímanum fara vit suður um markið saman við Birgiri Kruse, ritstjóra á undirvísingarportalinum Snar.fo, sum hevur sett Korea á breddan, og vit viðgera m.a. suðurkoreanska films- og tónleikamentan. Vit tosa eisini við Gunnvá Gaard, sum er ættleidd úr Korea.