- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Tematýsdagurin í Nón hesaferð lýsir ymsar føstusiðir og siðvenjur í Føroyum, innan kirkjugátt og í verðsliga lívinum.
Vit leggja fyri við at lýsa nøkur av teimum orðunum, sum knýta seg at føstuni, tá ið Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, kemur at tosa um eitt nú langaføstu, grýlur, øskumikudagar og dimbuldagar.
Hvønn týdning hevur føstan í dag og hvørjir siðir eru tengdir at føstuni? Tað greiðir gudfrøðingur Armgarð Arge frá.
Føstan er upprunaliga ein katólskur siður, sum formliga byrjar øskumikudagin. Fyrst í seinna tímanum vitja vit Mariukirkjuna í Havn, har systir Maria gevur okkum innlit í, hvussu katolikkar í Føroyum halda føstu.
Pínslasøga várs Harra Jesu Krists, er ein av prædikutekstunum til føstuguðstænasturnar í fólkakirkjuni. Tað serliga við hesum teksti er, at hann stendur ikki í bíbliuni, men er tó góðkendur sum prædikutekstur. Hvat er hetta fyri tekstur? Tað greiðir lektarin í kirkjusøgu, Jákup Reinert Hansen, frá.
Dansað verður ikki í føstu, men nógvir siðir eru knýttir at dansinum upp undir føstu, eitt nú at telja jólini. Jóannes Johannesen í Dali greiðir frá siðum í sambandi við dans upp undir føstu.