- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Nón hesa ferð snýr seg í stóran mun um journalistikk í Føroyum.
Mikudagin viðgjørdi Løgtingið uppskot frá Jógvani á Lakjuni úr Fólkaflokkinum um at skilja tíðindadeildina hjá kringvarpinum sundur í tvær deildir. Í dag verður kjakið flutt inn í Nón, har politikararnir verða Rigmor Dam, landsstýriskvinna, Jógvan á Lakjuni, sum eigur uppskotið, og Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi. Saman við Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra, viðgera tey leiklutin hjá Kringvarpi Føroya.
Í seinna tímanum leggja vit fyri við hósdagsgestinum, sum er Trygvi Danielsen, ið seinasta vikuskiftið vann føroysku filmsvirðislønina Geytan.
Og í Eygleiðingini vitja Kári Mikkelsen og Øssur Winthereig, sum greina málið um Bjarna Hammer, ið er lagdur undir at vilja selja hash, og nýskapandi gravandi leiklutin hjá Sosialinum í hesum máli.