Nón

Látur Medusa fær seks stjørnur
07-03-2018
Leiklist og myndlist eru millum evnini í hesum mentanarmikudegi

Sjónleikararnir Bárður Persson og Súsanna Tórgarð ummæla leikin "Látur Medusa - ein framløga", sum gongur í Sjónleikarhúsunum; og tey eru bæði so hugtikin, at tey geva leikinum allar stjørnurnar.
Einmansleikurin "Mín fantastiska skilsmissa" verður frumsýndur á Bryggjuni í Vestmanna 17. mars. Vit vitja listakvinnuna Kristinu S. Hansen, sum hevur týtt og spælir leikin.
Seinasta freist at lata verk inn til árligu Várframsýningina er í dag, og vit tosa við tvey í nevndini, Jón Sonna Jensen og Randi Samsonsen, sum hava fingið uppgávuna at velja út.
Listakvinnan Silja Eystberg letur 8. mars upp listaframsýning við heitinum "Kyn hevur ongan lit". Nón gevur innlit í listina hjá Silju.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022