Nón

Jóhanna Mortensen var fyrsta kvinnan
09-03-2018
Fyri 100 árum síðan varð fyrsta kvinnan vald í kommunustýri í Føroyum

Er altjóða kvinnudagur ein stríðsdagur, ella er tað ein veitsludagur, har vit heiðra kvinnur?

Tað er ein av mongum spurningum, sum vóru reistir í Nón tann 8. mars, altjóða kvinnudagin.

Fyri 100 árum síðan varð fyrsta kvinnan vald á einum demokratiskum vali í Føroyum, tá ið Jóhanna Mortensen varð vald í Froðbiar sóknarstýri. Forkvinnan í Demokratia, Marna Jacobsen, tosar um Jóhonnu og stríðið fyri at fáa kvinnur í politikk.

"Gentur rokka" er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir við at stimbra og stuðla gentum til at standa fram. Sangarin og sangskrivarin Guðrið Hansdóttir tosar um rokkandi gentur og kvinnustríð. Guðrið spælir okkum eisini eitt lag í Nón.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, hevur lagt fram ítøkiligar ætlanir fyri at fáa javnstøðu millum kynini í Føroyum. Og í Eygleiðingini í dag er somuleiðis kvinnustríð á skránni. Siri Tórgarð, integratiónssamskipari, og Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, fara millum annað at viðgera, hvørjar størstu javnstøðuavbjóðingarnar eru í dag.

Men alt er ikki um kvinnur og kvinnudagin. Í síðstu viku var árliga aliráðstevnan hildin. Í sendingini taka vit samanum og tosa um støðuna og avbjóðingar hjá alivinnuni. Eisini seta vit spurningin, um alivinnan í veruleikan hevur so stóran búðskaparligan týdning, sum man skuldi hildið.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022