Nón

Nón, TemaTýsdagur um Flemish Cap
13-03-2018
Vit lýsa søguna, mentalu avbjóðingarnar, tónleikin, og lívið umborð og í landi, tá bunkrað varð í New Foundlandi

Føroyski fiskiskapurin við Flemish Cap hevur havt stóran týdning fyri føroyska búskapin, samstundis sum hesin fiskiskapur eisini hevur lagt lunnar undir søguligu rættindunum, sum er orsøkin til, at føroysk frystilínuskip aftur nú royna í New Foundlandi.
Um eina løtu spyrja vit Helga Jacobsen, journalist og rithøvund, um upprunan til fiskiskapin á Flemish Cap.
Vit frætta um fyrsta túrin og tónleikin, tá vit tosa við Mikkjal Olsen, sum í mong ár var skipari á Sigurfarinum.
Hvat hevur harða lívið á Flemish Cap kravt av teimum monnum, ið mannaðu saltfiskalínuskipini? Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um við Eyðun Joensen, sálarfrøðing.
Miðskeiðis í sendingini fáa vit vitjan av Sámali Jákupi Olsen, Jóan Petur Klein og Andrass Holm Arge, ið allir hava roynt á Flemish Cap.
Og teimum á baki fer Petur Rouch, sum eitt nú var vertur í Rót & Rútmu, at seta orð og tónar á countrytónleikin, sum føroyingar tóku til sín í New Foundlandi.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022