Nón

Føroyingahavnin skal ruddast virðiliga
03-05-2018
Nón hesaferð: Friðing í Klaksvík og upprudding í Grønlandi kryddað við Jákupi Veyhe úr Pipar&Salt

Tað hevur verið fingið nógva umrøðu í vikuni, at Klaksvíkar Kommuna setti grabban í eina ætlan at gera eina lund í miðbýinum í Klaksvík. Øði kom í grindina, tí aldargomul fornminni eru á staðinum, har grivið er. Hvat eru tað so fyri fornminni, sum fjala seg undir moldini?, spyrja vit Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing.
Hvat hevur fornfrøðiligt virði, hvat er friðað, og hvat eigur at verða friðað. Tað tosað vit við Helga Michelsen, fornfrøðing, um.
Magnetiski norðpólurin flytir seg. Geomagnetiskar mátingar, har tann eina mátistøðin stendur her í Føroyum, vísa, at okkurt løgið er áfatt við tí magnetiska norðpólinum. Hvat er tað, sum hendir, spyrja vit professara í sendingini.
Hósdagsgesturin er m.a. kendur sum helvtin av Pipar&Salt. Jákup Veyhe kemur á gátt fyrst í seinna tímanum.
Og vit enda hendan hósdagin við at tosa um Føroyingahavnina í Grønlandi. Hvat var Nordafar, hvønn týdning hevði Føroyingahavnin, hvussu er støðan í dag, og hvør skal rudda upp eftir føroyingum í Grønlandi.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022