Nón

Gjógvin millum útjaðaran og miðstaðin
08-05-2018
Tematýsdagur í Nón um politisku toganina millum landslutir í Føroyum, nú ein útjaðaraflokkur er undir stovnan

Samstundis sum landið verður knýtt alsamt betur saman við vegum, farleiðum og undirsjóvartunlum tykist gjógvin at vaksa millum miðstaðin og restina av landinum. Orð sum "kontórshavn" og "framleiðsluføroyar" eru javnan frammi, eins og krøv um at fáa almenn arbeiðspláss spjadd út um landið. Og nú er ein flokkur undir stovnan, Føroyaflokkurin, sum vil desentralisera Føroyar.
Í dagsins tematýsdegi varpa vit ljós á onkrar av hesum spurningum.
Súsanna Olsen, lektari í samfelagsvísindum, hevur kannað, hvørji almenn arbeiðspláss møguliga kundu verið flutt út um landið, og vit spyrja hana eisini, hví vit skilja so illa hvønn annan í Føroyum.
Hvat er fakta? Kári Holm Johannesen, hagfrøðingur, hevur kannað, hvussu veruliga býtið er við almennum arbeiðsplássum um landið.
Vit spyrja eisini Ragnar Joensen, sum undirvísir í samfelagsfrøði á Glasi, hví gjógvin veksur millum Havnina og útjaðaran, og um tørvur er á einum útjaðaraflokki í Føroyum.
Dennis Holm er borgarstjóri í Vági. Hann greiðir millum annað frá, at Føroyar eru um at fara í tríggjar partar.
Og at enda er kjak millum blaðstjóran á Norðlýsi, Jóhann Lútzen, ið veruliga hevur skerpað pennin um landafrøðiliga stættarmunin, og John Johannessen, politiskan eygleiðara, ið hevur sett spurnartekn við partar av kjakinum.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022