Nón

Burt Bacharach 90 ár og norskur arkitekturur
17-05-2018
Vit spyrja hví norskur arkitekturur er viðkomandi fyri føroyingar, Kristian Blak er hósdagsgestur, og Bjarni Mikkelsen sigur okkum um láturkóp

Leygardagin rundaði ein av stóru persónsmenskunum í amerikonskum tónleiki - Burt Bacharach, tey 90. Og í orðum, tónum og samrøðu við Óla Poulsen lýsa vit amerikonsku legenduna fyrst í sendingini.
Hvat eyðkennir norskan arkitektur og í hvønn mun kunnu føroyingar fáa íblástur frá Noregi? Hesar og aðrar spurningar seta vit arkitektunum Alberti Isfeld og Eyðuni Eliasen, nú norskur tjóðardagur er í dag.
Summartónar eru farnir úr barkastokki fyri 27. ferð, og enn einaferð er tað Kristian Blak, sum stýrir musikalsku summarskútuni. Kristian Blak er Hósdagsgestur í Nón í dag.
Í summar fer Bjarni Mikkelsen á Tjóðsavninum at telja kóp undir Føroyum. Vanliga veiða vit ikki kóp, men alarar hava loyvi at skjóta kóp, tí hann kann gera seg inn á alibrúk. Kópaslagið undir Føroyum er láturkópur. Í orðinum liggur, at hann heldur til í látrum og gjáum, og er kanska tí ikki so lættur at telja. Og vit spyrja eitt nú hvussu kópurin skal teljast?
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022