Nón

Áhugaverd og fjølbroytt Summarlist í Klaksvík
30-05-2018
Ummæli av yrkingasavninum Silvurbók, stuttsøgur hjá miðnámsskúlanæmingum komið út í bók, og Listaskúlin fer undir MasterClasses

Norðoyastevnuaftan letur Norðoya Listafelag á øðrum sinni dyrnar upp í Posthúskjallaranum í Klaksvík við framsýningini Summarlist.
Vit hava verið á gátt, har vit hitta samskiparan Edward Fuglø og listarmenninar Jón Sonna Jensen og Dan Helga í Gong, sum eru millum listarfólkini á framsýningina. Harumframt spyrja vit um eitt nú týdningin av tílíkum framsýningum um landið, tá Solveig Hanusardóttir Olsen vitjar í útvarpsstovuni.
Herfyri lat Silvurdrongur úr hondum yrkingasavnið Silvurbók - Kinna Poulsen fer at ummæla nýggja savnið.
Í kjalarvørrinum av stuttsøgukapping millum miðnámsskúlanæmingar á Glasi, er útgivin bók, ið telur 16 stuttsøgur. Malan Poulsen, Anna Sofía Jørgensen og Helena Joensen vitja í Nón.
Eisini frætta vit frá Medunu Dalsgarð, sum er ein av limunum í arbeiðsbólkinum, sum arbeiður fram ímóti at seta á stovn listaskúla í Føroyum.
Og í klassiska horninum fara vit at hoyra Summar úr Teimum fýra árstíðunum eftir Antonio Vivaldi.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022