Nón

Føroyskt hoyggjhús til heiður og æru
31-05-2018
Vit viðgera eisini støðuna í Suðuroy og hitta Beate L. Samuelsen, ið er nýggj forkvinna í Landsfelag Pensjonista

Eitt samstarv millum DR og SVT hevur við sær, at eitt gamalt føroyskt gróthús nú verður endurbygt til eitt nýtt endamál. Vit frætta nærri, tá Hans Becker og Eyðun Eliasen vitja í Nón. Og hevur tú hug til at vera við til at endurbyggja hoyggjhúsið, kanst tú senda ein teldupost til hansvaerk@gmail.com

ALBUM er heiti á serstakum konsertleisti, har áhoyrarin kann hoyra eina live-útgávu av einum tónleikaverki frá gulløldini hjá rútmiska tónleikinum í 1970-árunum. Vit fregnast um tiltakið.

Beate L. Samuelsen er nývald forkvinna í Landsfelag Pensjonista - Beate er okkara Hósdagsgestur.

Kommunurnar í Suðuroy hava latið úr hondum drúgt álit um støðu og framtíð. Og í Eygleiðingini í dag skifta vit orð um Suðuroynna, tá orðaskifti verður millum eygleiðararnar Georg L. Petersen og John Johannesen.

Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022