Nón

Fuglafjørður 100 ár
28-09-2018
Borgarstjórin Sonni á Horni er hósdagsgestur, Signar á Brúnni sigur okkum um byggisøguna, og Lillian í Lambanum um KJ Hydraulik

Mánadagin 1. oktober rundar Fuglafjarðar kommuna tey fyrstu 100 árini, og tí sendi Nón beinleiðis úr Fuglafirði hósdagin fyri.
Í sendingini borðreiðir kokkurin Poul Rustin, ið rekur matstovuna Muntra, við einari leskiligari laksasuppu, samstundis sum hann sigur okkum hvussu nógv matstovuvinnan er broytt, síðani hann lat upp sína fyrstu matstovu í 1978.
Sonni á Horni, borgarstjóri, er hósdagsgestur, og hann nemur við søguna hjá Fuglafjarðar kommunu, samstundis sum nomið verður við aðrar tættir eisini.
Ein av forvitnisligu framsýningunum, ið kunnu síggjast 100 ára dagin, er framsýningin hjá feðgunum Dávid og Signar á Brúnni, sum í málningum og teksti lýsir byggisøguna í Fuglafirði farnu mongu árini. Vit hittu Signar í kjallaranum í gomlu keypssamtøkuni.
Vit fóru eisini eina ferð oman Memory Lane 1918-2018 saman við Leif André Eliasen. Og Memory Lane er ein framsýning, sum er í Stórhúshøll og sum lýsir áhugafeløgini í Fuglafirði gjøgnum tíðina.
Vit hitta eisini Kristinu Gry Berg, sum starvast á Kunningarstovuni í Fuglafirði. Hon sigur okkum eitt nú um ferðavinnuvirksemið í býnum og eina serliga framsýning hjá Tjóðsavninum, sum er í Betri bygninginum.
Í Fuglafjarðar kommunu er eitt bæði sterkt og fjølbroytt vinnulív. Og ein av spennandi fyritøkunum er KJ-Hydraulik. Vit hitta Lillian í Lambanum, sum nemur við søguna og fjøltáttaða virksemið.
Tú kanst hoyra Nón sendingina úr Fuglafirði her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022