- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Solrun Stefanson hevur kent á egnum kroppi, hvussu tað er at hava sálarløst. Hon varð fyri nøkrum árum síðan innløgd við tunglyndi og posttraumatiskari strongd, men er í dag komin væl burturúr tí og lestur á Fróðskaparsetrinum, 54 ára gomul. Hoyra søguna hjá Solrun.
Fleiri og fleiri ung fáa sálarligar avbjóðingar, og ein teirra er Birita Durhuus, ið sum 12 ára gomul varð rakt av tunglyndi. Birita sigur okkum sína søgu, og hvat skuldi til fyri at venda gongdini rætta vegin.
Og ung og sálarheilsustøða er ein av spurningunum, ið vit umrøða saman við Tóru Petersen, sálarfrøðingi, sum hevur granskað í júst hesum spurningi.
Hvørjar eru umstøðurnar hjá sálarliga sjúkum fólkum í Føroyum? er ein av spurningunum, vit venda við Suna Poulsen, leiðandi sálarfrøðingi á Psykiatriska Deplinum.
Hvat er ABC-sálarheilsa, og hvønn týdning hevur rørsla fyri tína sálarheilsustøðu, eru millum spurningarnar, ið vit seta Fólkaheilsuráðnum, tá Monica Mohr kemur á gátt.
Altjóða sálarheilsudagur er mikudagin 10. oktober. Hví er tað neyðugt við einum sálarheilsudegi, spyrja vit Róu Midjord, forkvinnu í Sinnisbata.