Nón

Frá psykiatri til sálarheilsu
10-10-2018
Umframt tónleik og list snýr Nón hesa ferð seg um hugsjónarligar broytingar á sálarheilsuøkinum

Hesin mentanarmikudagin í Nón byrjar við symfoniskum tónleiki, tí í morgin kemur út fløgan "Voyage" við 12 løgum, sum Óli Jógvansson hevur gjørt og trý symfoniorkestur hava spælt inn. Málið er at koma út heim við fløguni, sigur Óli Jógvanson.
Fríggjadagin 12. oktober letur Anker Eli Petersen upp listaframsýning í Gallerí Focus. Fjøltáttaði listamaðurin kemur í Nón, og vit tosa við Anker Eli um um lív, virki og ítøkiligu framsýningina.
"Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum" varð handað landsstýriskvinnuni í heilsumálum á sjálvum altjóða sálarheilsudegnum. Hvat snýr hetta seg um, hvør er hugsjónaðarliga mentanin aftan fyri ætlanina - og hvussu betra vit sálarligu heilsuna hjá føroyingum. Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum, vitjar Nón fyrst í seinna tímanum.
Hvat er á skránni í heyst hjá Norðurlandahúsinum. Tað fara vit at frætta meira um hjá nýggja stjóranum í Norðurlandahúsinum, Gunn Herness, síðst í sendingini.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022