- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Jørundur Hundadagakongur er jubileumsleikur hjá Havnar Sjónleikarfelag, sum í ár hevur 100 ár á baki.
Leikurin og ikki minst pallurin er ein heiðurlig gáva til Havnar Sjónleikarfelag, siga ummælararnir Birna Heinesen og Barbara í Stórustovu, dramaturgar.
Uppsetingin er stór. Tað eru einir 40 leikarar og sangarar á og rundan um pallin, sum er smíðaður út eftir øllum gólvinum, har áskoðararnir tíðum eru ein partur av leikmyndini.
Tað er eitt bragd av leikstjóranum at hava fingið so nógv burturúr áhugaleikarum, halda ummælararnir. Netupp tað, at hetta er áhugaleikur, hóskar væl til at heiðra Havnar Sjónleikarfelag.
- Hvar hevur hesin høvuðsleikarin verið, siga tær m.a. um avrikið hjá Torkil B. Tórgarð, sum spælir leiklutin hjá Jørundi Hundadagakongi.
Hoyr alt ummælið her.