Nón

Foreldur meira virkin í frítíðarítrivum hjá børnum
30-10-2018
Nón tosar við tvær mammur og við SSP-ráðgeva um, hví foreldur í dag eru meira virkin í frítíðarítrivunum hjá børnum sínum.

Í dagsins tematýsdegi varpa vit ljós á fótbóltsfjepparamentan í Føroyum, nú fótbóltsárið er komið at enda.
Í tí sambandi viðgerða vit eisini hvønn týdning fótbóltur hevur fyri familjulívið og børn.


Tí í dag er tað vorðið alsamt meira vanligt, at foreldur eru sera virkin í ítróttar- og frítíðarvirkseminum hjá børnum teirra. Men hvat er hetta fyri eitt rák, hví er tað soleiðis í dag, og hvørjar fyrimunir og vansar eru við hesum.

Tað hava vit tosa við tvær mammur um. Margit Joensen er mamma at børnum, sum íðka millum annað við KÍ, og sum eisini er skrivari og ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbóltin hjá KÍ, og Hjørdis Hávarsá sum eisini hevur børn, ið millum annað spæla fótbólt við KÍ.
Eisini tosa vit tið Óla Rubeksen, SSP-ráðgevi, sum heldur at tað er týdningarmikið at børn hava frítíðarítriv og at foreldur eru virkin í frítíðarítrivum hjá børnum, men tað kann eisini gerast eitt sosialt trýst á foreldur, at tey skulu verða virkin. Men foreldur kunnu stuðla børnum sínum uttan at verða til nærum hvøjra venjing og hvønn dyst, vísur Óli Rubeksen á.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022