Nón

The white album 50 ár
23-11-2018
Eitt stórverk kom í verðina - er tað eisini eitt meistaraverk? Niclas Johannesen og Uni Arge viðgera The White Album

- It's the bloody White Album!
- Tað hevði verið ógvuliga trupult at skorið hana stórvegis niður.
- Hon er akkurát, sum hon skal vera.
- Eftir Beatles-standardi er hetta ikki meistaraverk, men hetta er ein fantastisk pláta.

Hetta eru nakrar útsagnir, sum koma fram í hesum tímanum í Nón, sum viðger hvítu plátuna.

22. november 1968 kom The White Album við The Beatles á gøtuna. Hesa ferð tóku teir fýra beatlarnir sjálvur ræði, alt slapp við, teir spældu sær í upptøkuhølunum, og plátan peikaði í nógvar ættir musikalskt.

Gittaristurin og sangskrivarin Stanley Samuelsen minnist týðiliga, tá ið hann fór á posthúsið eftir stóra hvíta húsanum, og hann hevur framvegis plátuna liggjandi heima. Vit práta við Stanley.

Niclas Johannesen og Uni Arge viðgera plátuna, seta hana í ein samanhang og velja nakrar sangir burtur úr stóru rúgvuni.

Vit spurdu teir m.a., um hetta er eitt meistaraverk, hvussu tað nýggja "re-mixið" riggar, um hon kundi verið styttri, og teir velja nøkur løg burtur úr rúgvuni.

Hoyr sendingina her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022