Nón

Beint fram við Hera Ellingsgaard
11-01-2019
Eftir skjótt 35 sum sjúkrahússtjóri leggur Heri Ellingsgaard nú frá sær. Vit práta við Hera um Klaksvíkar sjúkrahús, Straight Ahead og lívið annars

- Eg eri eitt sindur stoltur, tá eg hoyri hatta.

Heri Ellingsgaard var partur av fyrstu árunum hjá klaksvíksbólkinum Straight Ahead, sum veruliga setti hol í sjógvin og var partur av einari musikalskari kollvelting í Føroyum. Hann spældi gittar, og nú hann leggur frá sær sum stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, er tónleikurin nakað, sum hann fer at geva sær betri stundir til.

Sum stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi hevur hann onkuntíð kent, at hann hevur vart borg, men nú er hann bjartskygdur um, at tað fer at bera á mál at skipa alt sjúkrahúsverkið í Føroyum undir eina felags leiðslu við betri samskipan og størri fjølbroytni.

Í hesi samrøðuni tosa vit um starvið, sum hann hevur røkt í ein mansaldur, og yvirskriftirnar eru annars tónleikur, mentan, fótbóltur og lívið í síni heild.

Samrøðan kann hoyrast her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022