- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Theresa May, forsetisráðharri í Bretlandi, tapti týsdagin atkvøðugreiðsluna um skilnaðaravtaluna við ES, men í gjárkvøldið kláraði hon enn ein brotasjógv, tá misálitið móti stjórn hennara fall. 306 atkvøddu fyri misálitinum, men 325 atkvøddu ímóti. Theresa May fer nú at royna at fáa finna eina brexit loysn, sum skal leggjast fram mánadagin
Í gjárkvøldið helt hon stutta røðu aftaná atkvøðugreiðsluna, og segði, at hon metir tað framvegis sum hennara uppgáva, at finna eina loysn uppá Brexit, sum varð ynski hjá bretska fólkinum á fólkaatkvøðuni í 2016. Theresa May segði, at bretska parlamentið hevur nú víst á, hvat tað ikki vil og vrakað avtaluuppskotið hjá forsetismálaráðharranum. "Nú er uppgávan at finna útav, hvat parlamentið vil", segði hon í gjárkvøldið. Hon ætlar tí, at tosa við allar flokkar fyri at finna ein meiriluta og eina semju um eina nýggja Brexitavtalu ella ætlan.
Men tað verður ein sera torfør uppgáva, metir Regin Berg, stjórnmálafrøðingur. "Tað er at kalla vónleyst hjá Theresu May, at fáa semju í undirhúsinum um eina nýggja avtalu. Labour fer neyvan at lora nógv í sínum krøvum, og tað kann Theresa May heldur ikki, tí so er vandi fyri, at konservativi flokkur hennara fer í tvíningar". Tað vísur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur á. Hann heldur, at tað er sannlíkt, at parlamentið fer at fara rundan um Theresu May, og royna at finna eina semju, men tað kann taka drúgva tíð, sigur Regin Berg.
Bretska undirhúsið fer at hava orðaskifti um næsta stigið í brexit-málinum 29. januar. Bretland skal fara úr ES fer úr ES 29. mars.
Lurtið eftir longri samrøðu við Regin Berg, stjórnmálafrøðing, sum vit tosaðu við í Nón.