Nón

Nón - MentanarMikudagur 27.03.2019
27-03-2019
Tuberklarnir, myndlist hjá Julie Sass og Janus á Húsagarði, Kim Simonsen og Hammershaimb frímerki, og jazzur í kiringvarpsforhøllini

Tuberklarnir er heitið á nýggjum leiki, sum komandi vikuskifti verður spældur í gamla Sanataroriebygninginum í Hoydølum, og eru tað næmingar á sjónleikaskeiðinum fyri tilkomin, ið hava leitað fram tilfar, skrivað leikin og spæla.
Vit hitta dramalæraran og leikstjóran Sóley Danielsen og tríggjar av tilkomnu leikaranum, Karin Djurhuus, Bergljótt av Skarði og Onnu Olsen.
Julie Sass er donsk listakvinna, sum er útbúgvin myndlistakvinna í Keypmannahavn og New York. Og í hesum døgum fyrireikar Julie Sass sína fyrstu soloframsýning í Føroyum, og framsýningin letur upp í Steinprenti leygardagin. Vit hitta donsku listakvinnuna.
Nú tað mánadagin vóru 200 ár liðin, síðani V. U. Hammershaimb varð borin í heim, hevur Posta lagt fram nýtt miniark við trimum frímerkjum, ið hátíðarheldur Hammershaimb. Vit tosa við Kim Simonsen, ið er ein av stigtakarunum.
Janus á Húsagarði, sum bæði er tónleikari og myndlistamaður, letur í morgin upp forvitnisliga listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Vit hava verið á gátt millum hansara trøll og havverur.
Og vit fara eisini at fregnast í kringvarpsforhøllini, har Havnar Jazzfelag og Kringvarp Føroya lata dyrnar upp til eina ókeypis konsert við Magnusi Johannesen og Torleiki Mortensen í dag klokkan 5.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022