Nón

Føroyska innlitið og ávirkanin er ov lítil
09-04-2019
Verjumál er felags málsøki, men Føroyar verða alt ov illa kunnaðar um verjumál, og hava eisini ov lítla ávirkan, sigur Poul Michelsen

Føroyskir mynduleikar hava í nógv ár arbeitt við at fáa betri samstarv í lag við danskar mynduleikar um verju- og hernaðarmál. Eitt týðandi stig, varð sambært Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkismálum, tikið í 2005, tá Fámjinsskalið var undirskrivað. Hetta álegði donskum mynduleikum um at kunna føroyskar mynduleikar um verjmál, og at taka føroyskar mynduleikar við uppá ráð, tá avegerðir um verju- og hernaðarmál skulu takast, sum hava við Føroyar at gera. Men danskir mynduleikar hava í roynd og veru ongantíð virt hesa avtaluna, heldur landsstýrismaðurin.

Poul Michelsen vísur á, at Føroyar verða lítið og onki kunnaðar um verju- og hernaðarvirksemið, sum gongur fyri seg í føroyskum sjóøki og loftrúmi, og Føroyar hava somuleiðis ov lítla ávirkan á verjumál. Eitt dømi um hetta, var ein hending í juni í fjør, tá fremmand herskip komu inn í føroyskt sjóøki. Uttanríkis- og vinnumálaráðið helt fyrst, at talan varð um eina hervenjing. Men ráðið bað síðani um eina frágreiðing um hendingina frá donsku verjuni, og hon staðfesti, at talan ikki var um eina venjing, men okkurt meira álvarsamt.

Eftir hendingina tók landsstýrið í heyst aftur samband við danskar mynduleikar fyri at fáa betri kunning og samstarv um verjumál. Tá kravdi Uttanríkis- og vinnumálaráðið millum annað at fáa eitt slag av trygdarrúmi til kunning og samstarv - eisini um loynligar upplýsingar. Ongin avtala er tí enn fingin í lag.

Virksemið hjá donsku verjuni minkað nógv í Føroyum
Danska hervaldið og NATO hava fyrr havt nógv virksemi í Føroyum, men hetta er nú minkað sera nógv. Radarin hjá NATO á Sornfelli varð sløktur í 2007, og danska verjan fór úr Mjørkadali í 2011. Síðani eru eisini kommandørhúsini yvir við strond eisini seld.
Arktisk kommando hevur nú høvuðssæti í Nuuk í Grønlandi, men kommandoin hevur tó framvegis eina lítla deild í Føroyum - eitt sonevnt forbindelsesled við seks starvsfólkum, sum eisini hevur møguleika fyri at boðsenda tiltaksfólk.
Deildin heldur til í sama bygningi sum føroyska MRCC á tinghúsvegi í Havn, og hon hevur sum heild sum uppgávu at hava eftirlit í føroyskum sjóøki og at verja tað. Eisini hevur hon kunning og samskifti við føroyskar mynduleikar um hendi.

Hesar uppgávur fremur deildin í samstarvi við skipum hjá donsku sjóverjuni, og flogførum ella tyrlum hjá danska flogherinum. Vanliga er eitt skip í sonevnda Thetis-klassanum í føroyskum sjóøki, og ger danski herurin eftirlitsflúgvingar í Føroyuskum loftrúmi, er tað við flogførum úr Aalborg ella Grønlandi. Danska verjan hevur sostatt ongin flogfør standandi í Føroyum. Virksemi hjá donsku verjuni í Føroyum, tá talan er um starvsfólk, er sostatt minkað sera nógv, og verjan hevur lutfalsliga lítlan týdning í Føroyum heldur Poul Michelsen.

Ætlanir um at yvirtaka ovara loftrúmið
Føroyar hava yvirtikið niðara loftrúmið, men ikki ovara loftrúmið.

Niðara loftrúmið, snýr seg um eftirlit og umsiting av inn- og útflúgvingum til Føroyar. Hetta økið umsita føroyingar úr Vágum. Men danska felagið Naviair, sum hevur umsitið narkar tænastur, umsitur framvegis radaran á Sornfellið, og í løtuni samráðist landsstýrið við Naviair um at yvirtaka radaran.
Landsstýrið arbeiðir eisini við at yvirtaka ovara loftrúmið. Higartil hava Danmark og Ísland umsitið og havt eftirlit við ovara luftrúminum, har stór millumlanda flogfør flúgva. Og Ísland og Danmark fáa sostatt bæði tær upplýsingar og pengar, sum hetta arbeiði hevur við sær. Tala er um yvir 100 milliónir um árið.

Føroyskir mynduleikar samráðast við ICAO, altjóða loftferðslufelagsskapin, sum umsitur loftrúmini í heiminum, um at yvirtaka ovara loftrúmið. Men tað er tó eitt drúgt arbeiði, sigur Poul Michelsen, millum annað tí at Føroyar ikki verður fata sum eitt sjálvstøðugt land av ICAO, men partur av Danmark.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022