Nón

Northern Assembly: Stórsligið og kensluborið
02-05-2019
Í komandi viku verður høvi at hoyra spennandi bólkin Northern Assembly, ið telur Dinu Dánialsdóttir, ið hevur ættarbond í Sørvági

Tey, sum manna bólkin Northern Assembly, eru Dina Dánialsdóttir, ið er hálvur sørvingur, Andreas Bevan, Jesper Smalbro og Jens Hedegaard. Bólkurin hevur latið úr hondum eina lp-plátu, Death won't you marry me, sum kom út í fjør, og staklagið Closer together, sum kom út 29. mars í ár, og sum er fyrsta staklagið av nýggju plátuni, sum kemur út í september.
Yrkingarnar hjá Northern Assembly snúgva seg m.a. um stóru spurningarnar í lívinum, ljóðmyndin er stórsligin, og løgini melodiøs og eitt nú merkt av næstan einglakendu røddini hjá Dinu Dánialsdóttir.
Høvið verður at hoyra Northern Assembly hóskvøldið 9. mai, fríggjakvøldið 10. mai, og leygarkvøldið 11. mai, tá bólkurin hevur tríggjar dupultkonsertir saman við bólkinum Blátt Gras í ávíkavist Løkshøll, Sørvági og á Reinsarínum í Havn.
Her kanst tú hoyra samrøðuna við Dinu Dánialsdóttir, sum eisini er kryddað við nógvum tónleikabrotum við Northern Assembly.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022