Nón

Samstarvið um børn ov vánaligt
07-05-2019
Samstarvið millum stovnar, sum skulu hjálpa børnum og ungum, er alt ov vánaligt. Tað var høvuðsniðurstøðan á ráðstevnuni "Kná Børn"

Fríggjadagin skipaði Almannaverkið, saman við fleiri av almennu stovnunum og privatu felagsskapunum, sum arbeiða við at hjálpa børnum og ungum, fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum.
Ráðstevnan, "Kná børn - hvussu bera vit okkum rætt at - rættstundis", hevði sum endamál at varpa ljós á, hvussu almennir stovnar og privatir felagsskapir innan sosiala økið kunnu hjálpa børnum og familjum, sum hava tørv á hjálp. Eisini var endamálið at varpa ljós á, hvat manglar og hvat vit ikki gera nóg væl í Føroyum, og hvat kann gerast fyri at bøta um tænasturnar og skipanirnar, sum skulu hjálpa børnum og familjum teirra.

Høvuðsniðurstøðan av ráðstevnuni var, at vit í Føroyum hava nógvar stovnar og felagsskapir, sum arbeiða við at hjálpa børnum, og teir flestu av heseum gera eitt gott arbeiði. Men tað er alt ov lítið og vánaligt samstarv millum teir mongu stovnarnar, og hevur hetta við sær, at ov nógv børn, ung og familjur detta niður ímillum skipanirnar og stovnarnar, og fáa tíksil ikki ta hjálp teimum tørvar.
Víst var eisini á, at eftirmeting og eftirlit vantar við, um hvørt børn og ung fáa ta hjálp teimum tørvar.

Ongin greið ætlan kom fram á ráðstevnuni, men Edvar d Heen, stjóri í Almannaverkinum boðaði frá, at Almannaverkið nú fer at eftirmeta ráðstevnuna. Ein høvuðsniðurstøða var tó, at økið má samskipast betur, og skotið var t.d. upp, at seta á stovn eitt slag av familjuhúsið, har børn, ung og familjur fáa ein ráðgeva, sum hevur heimild og til uppgávu at fylgja teimum allan vegin, og samskipa neyðugu hjálpina tvørtur um stovnar.

Flestu fyrilestrarhaldararnar á ráðstevnuni vóru føroyskir, og tosaðu um føroysk viðurskifit, men tveir útlendingar høvdu upplegg um, hvussu mann í ávikavist Danmark og Norra arbeiðir við at hjálpa børnum og familjum, sum hava tørv á hjálp.
Vit tosa við Per Schultz Jørgensen professara, sum hevði fyrilestur um, hvussu vit kunnu hjálpa børnum at gerast kná ella robust. Ein av boðskapum hansara var, at sosialráðgevar og onnur, sum arbeiða við at hjálpa børnum, eiga fara meira út til børnini og familjur teirra, og at loysnirnar skulu taka støði í teirra dreymum og førleikum heldur enn í skyldum og paragraffum.

Eisini í Norra hava tey avbjóðingar við at samskipa og samstarva um arbeiðið at hjálpa ungum og børnum og familjum. Tí eru tey í Trøndelag farin í holt við at kanna og seta í verk tilgongdir, sum skulu bøta um sosiala arbeiðið, og fáa børn, ung og familjur teirra so sjálvbjargin, sum til ber. Hetta hevði Margrethe Taule, sum er leiðari fyri vælferð í Trøndelag sýslu, fyrilestur um.

Ein av føroysku fyrilsetrunum, og kanska mest kritisku fyrilestrunum, hevði heitið "Hvat gera vit ikki". Rebekka Perlich, yvirlækni í barna- og ungdómspsykitriini, Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari hjá Bláa krossi og Súna Mørk, leiðari í Fountainhúsinum, greiddu úr hvør sínum sjónarhornið frá múrum og forðingum, og hvat tær halda, at vit ikki ikki gera í Føroyum, tá ið vit skulu hjálpa børnum og ungum, og hvat vit eiga at gera. Vit spæla brot úr teirra fyrilestri.

Ráðstevnan var stroymd, og alllir fyrilestrar eru at hoyra á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
https://www.av.fo/fo/radstevnur

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022