Nón

Nón - 08.05.2019
08-05-2019
Bruno Michael Eysturstein, Allan Van Hansen, Hans Petur í Brekkunum, og ein Politiskur Tími við Jenis av Rana

Fjøllistamaðurin, Bruno Michael Eysturstein er føddur í 1981, og er uppvaksin í Leirvík og í Danmark.
Sum barn, var hann næmingurin, sum sat og teknaði í tímunum í skúlanum. Tá hann var 12 ára gamal, fór hann á kvøldskúla at mála og tekna.
Listin vann á øðrum áhugamálum, og sum 24 ára gamal fór hann til París at lesa á Paris - American Academy, har hann las í trý ár.
Síðani hevur hann arbeitt við nærum øllum sløgum av list. Við tekning, málninginum, ymiskum sløgum av prentum, standmyndum, installatiónum og ljóðlist. Í løtuni arbeiður Bruno einamest við fotolist, men flytir seg spakuliga inn í málningalistina, sum hann arbeiddi nógv við áður.
Og í kvøld, mikudagin 8.maj kl. 19.00, letur Bruno upp framsýning við heitinum, Duldir Máttir, í gomlu Blákrosskafeini í Kongagøtu 8 í Havn.
Vit hava vitjað Bruno í framsýningarhølinum.
Føroyahúsið, sum liggur á Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn, er seinastu mongu mánaðarnar umfatandi umvælt, men letur upp aftur í summar í nýggjum, nýumvældum hami. Leiðarin í húsinum seinastu 12 árini Hans Petur í Brekkunum boðaði herfyri frá at hann í september 2019 fer aðrar leiðir.
Vit hava hitt Hans Petur í Keypmannahavn til eitt prát um Føroyahúsið, um hugsjónir fyri húsið og um hvussu hesi tólv árini sum leiðari hava verið.
Jammersminde eftir Leonoru Christinu, ið var dóttir kong Christian hin 4 og Kirsten Munk, er bók, tey flestu, sum hava haft danskt í studentaskúlanum og onnur bókmenta- og søguáhugaði, kenna.
Jammersminde er frágreiðing úr fongslinum, Bláatorni, ið stóð við Christiansborg í Keypmannahavn, og er skrivað av Leonoru Christinu, ið sat fangi í torninum í nærum 22 ár, frá hon var 42 ára gomul í 1663 til hon varð leyslatin sum 62 ára gomul í 1685.
Ákæran fyri fongslingina var millum annað, at hon og maður hennara, Corfitz Ulfeldt høvdu roynt at svíkja Fríðrik kong 3.
Í 1670, tá Christian hin 5. settist á trúnuna, var fongsulsrevsningin tillagað og gjørd linari, og Leonora Christina fekk útflýggjað skriviamboð og bøkur inn í tornið.
Tá settist hon við skriviborðið. Fyrst skrivaði hon eina styttri franska sjálvsævigsøgu, og síðan lagnusøguna, Jammersminde, ið er eitt sjálvsverjuskrift, sum síðan veksur í persónligari styrki og útfaldan av hennara lyndi og muru. Samstundis er verkið ein innilig og skakandi frásøgn, sum megnar at gera tað líðing, neyð og óeydnu, sum fangar í 1600 talinum livdu undir.
Leonora Christine skrivaði Jammersminde liðna eftir hon var leyslatin.
Handritið var í varveitslu uttanlands í mong ár, og var ikki viðurkent sum týdningarmesta prosaverkið í donskum bókmentum fyrr enn tað varð givið út í 1869, har tað framvegis ber fyrstu virðislønina orsaka av sínum mentanarsøguliga og bókmentaliga virði.
Og nú hava Jammersminde og Leonora Christine fingið enn meiri lív, tí teknarin og høvundin, Allan Van Hansen, hevur fyri stuttum latið úr hondum, grafiska skaldsøgu, har hann hevur lýst Jammersminde og søgu Leonoru Christinu við myndum.
Hvør er politikkarin - og hvør er politikkurin? Vit fregnast miðskeiðis í sendingini, tá Politiski tímin verður á skránni, tí tá vitjar Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, um runda borðið.
Vit tosa við Jenis av Rana um persónin og politikkin, samstundis sum formaðurin eisini fær nakrar øðrvísi spurningar og avbjóðingar.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022