Nón

Bjørk debuterar við politiskari skaldsøgu
23-05-2019
"Vit, Føroya fólk" er heiti á skaldsøgu, sum viðger politiskt stríð og strev, tá ein føroysk grundlóg skal setast í verk

 Hetta er eitt evni, sum hevur mín stóra áhuga, bæði løgfrøðiliga og politiskt, sigur Bjørk Maria Kunoy millum annað í hesi samrøðuni.

Fríggjadagin kemur út nýggj skaldsøga í Føroyum, og tað er enntá frá einum debutanti, Bjørk Mariu Kunoy, sum ongantíð áður hevur givið nakað út.

 Kjakið um eina føroyska grundlóg fór í høvuðsheitum fram millum politikarar, men tað kom ikki rættiliga út til fólkið. Ein stjórnarskipan ella grundlóg er tann lógin, sum setir karmarnar fyri, hvussu eitt samfelag grundleggjandi skal virka, men har var lítil áhugi millum fólk, og tað helt eg vera spell. Eg vóni, at tað, at eg skrivi eina slíka bók, kann vera við til at skapa ein áhuga, sigur Bjørk Maria Kunoy.

Hetta er tað fyrsta, vit hava sæð til Bjørk Mariu Kunoy sum skaldsligan rithøvund.

 Eg havi skrivað nógv, men tað mesta liggur í einari skuffu heima við hús.

Nú leggur hon hart út við einari skaldsøgu, sum kemur út fríggjdagin.

Hoyr samrøðuna við Bjørk Kunoy her, har hon greiðir gjølla frá skaldsøguni, og hvat liggur aftan fyri verkið.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022