- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Altjóða maritima sjóvinnumessan, Atlantic Fair, er hildin í Klaksvík um dagarnar, og Nón var sjálvandi á staðnum í fiskivinnuhøvuðsstaðnum.
Hvat rørir seg innan fyri maritima vinnu í Føroyum? Vit fregnast millum annað um føroyskt skipasmíð, innovatión og fiskivinnuroyndir.
Í Svínoy er lív komið aftur í smoltstøðina, sum nú hevur broytt navn til Svínoyar Rognkelsisstøð. Fyri fyrstu ferð er ætlanin at fara undir at ala rognkelsi til føroysku alivinnuna.
Mánadagin fekk Trygvi Danielsen EBBU-virðislønina fyri ungar rithøvundar. Trygvi verður í Nón í seinna tímanum.
Minnast tit nýggja orðið "Neysting"? Neysting er bátaból úr ull, sum hongur í neysti. Hugskotið, sum kom fram fyri ári síðan, eigur Elin Maria Nolsøe Joensen arkitektur, og vit fregnast, hvussu gongur.
Ein fjølbroyttur hósdagur í Nón kann hoyrast her.