|
- føroysk sending frá 2014
Í røðini verða styttri og longri brot úr føroysku uppisjóvarvinnuni lýst heilt frá byrjanini fyrst í fimti árunum og heilt fram til dagin í dag.
Við livandi frásøgnum , hendingum, gomlum filmsbrotum, myndum og eini rúgvu av góðum filmsupptøkum seinastu 15 ? 20 árini.
Vit eru við úti á fiskifeltinum, har flestu samrøðurnar verða gjørdar.
Í 3. Parti eru vit norðan fyri Føroyar, í norskum og íslendskum sjógvi á silda- og lodnuveiðu við Krúnborg 2001. Ejler Jacobsen sáli, sigur frá sínari spennandi og slógbrótandi tíð í uppisjóvarvinnuni.
Beinta H. Jacobsen sigur frá hvussu tað var at vera skipara- og reiðarakona. Vit møta Tummas Thomsen úr Gøtu, sum byrjaði síðst í 60-unum í uppisjóvarvinnuni. Hann fór longu tá, at fylgja hesu vinnu við filmstólinum.
Henrik Old sigur frá, tá hann byrjaði í hesu vinnu í 1967 og hansara 35 árum á sjónum ? tey flestu sum skipari.
Lagt til rættis: Zacharias Hammer
|