Kastiljósið
Røddin tagnað Gravøl og apufest á mentanarnáttini KPH: Reseptión í Kjallaranum við m.a. Brynjolfi og Afrokid - At siga farvæl við ein ungdóm, ið ikki kemur aftur
 

Røddin tagnað – Minningarorð um føroyska mentanarnetið roddin.fo

Regin Dalsgaard skrivar minningarorð um Röddina, hvussu hon varð sett í verk, og um umfatandi sjálvbodna arbeiðið, ið hevur ligið aftanfyri hjá eldsálunum handan hana.

Gravøl og apufest á mentanarnáttini

Sjálva mentanarnáttina takkar mentanarnetið Röddin.fo fyri seg við hálvum øðrum ári og meira enn túsund greinum, myndrøðum og sjónbondum á baki. Ongin jarðarferð uttan eitt ervi, og bjóða vit tí til gravøl og endaveitslu í Sirkus fríggjakvøldið við kátum tónum og ókeypis øl frá Okkara. Øll eru vælkomin.

KPH: Reseptión í Kjallaranum við m.a. Brynjolfi og Afrokid

KPH: Reseptión í Kjallaranum við m.a. Brynjolfi og Afrokid

Klædnahandilin Kjallarin, sum í mong ár hevur hildið til á Áarvegnum í Havn, er nú opnaður í Keypmannahavn, og í tí sambandi verður reseptión í handlinum fríggjadagin, har m.a. føroysku Brynjolfur og Afrokid, umframt donsku Lou Van og Rasmus Behncke fara at spæla.

- At siga farvæl við ein ungdóm, ið ikki kemur aftur

Bloggur: "Fríggjadagin andaðist Adam Yauch e.k.s.* MCA, eftir at hava stríðst móti krabbameini síðani 2009. Hann var 47 ára gamal. Saman við Michael Diamond e.k.s. Mike D og Adam Horowitz e.k.s. Ad-Rock myndar hann heimskenda rapp bólkin Beastie Boys, hvørs rót var fest í New York fyri 30 árum síðani." Knút H. Eysturstein hugleiðir um farna rapparan, tónleikaran, listamannin, filmsleikstjóran og filantropin.

Vendetta í Gøtu og Vági

10 mai 2012

Eftir tvær sera væleydnaðar Vendetta-konsertir í Sørvági og Klaksvík, fara Unga Tjóðveldið og 200 nú til Gøtu og Suðuroyðar! Vendetta’in skal røkka alt landið!

Les alla greinina

Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, TíðindaskrivOngar viðmerkingar

Filmsummæli: The Hunger Games (2012)

10 mai 2012

Hvat hava Harry Potter og Twilight filmarnir til felags? Teir eru allir gjørdir eftir eini røð av bókum, ið hava selt serstakliga væl. Av tí at filmarnir eydnaðust væl í biografunum, so gjørdust teir heimskendar filmsrøðir, sum altíð vunnu nógvir pengar í biografunum. Men nú er Harry Potter liðugt, og Twilight nærkast endanum. So nú hava vit fingið ein film, sum eftir ætlanini skal byrja eina nýggja filmsrøð. Hesin filmurin eitur The Hunger Games og eins og við Harry Potter og Twilight, so er hann ein filmatisering av eini væl umtóktari bók við sama heitinum.

Les alla greinina

Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, UmmæliOngar viðmerkingar

Ver við at skapa eina bingjusøgu um teg og tín heimstað

10 mai 2012

Dugir tú at stappa eina søgu um teg sjálva/n, títt umhvørvi og tín hemstað í eina bingju? Dugir tú at skapa eina bingjusøgu, sum fólk aðrastaðni í Norðurlondum duga at lesa og skilja, soleiðis at tey fáa eina fatan av, hvussu tað er at vera ung/ur í Føroyum í 2012? Er svarið ja, so kundi hetta verið ein verkætlan til tín. Fram til 1. august fara nøkur ung at vera við í einum bólki, sum skal pynta og fylla eina bingju, sum so verður send til ­Grønlands og til ymiskar havnir í Norðurlondum, og endar í Helsinki.

Les alla greinina

Postað í Alt, Talubløðran, Tíðindaskriv, TíðindiOngar viðmerkingar

Whale Wars – tað snýr seg um kenslur

10 mai 2012

Bloggur: Ein kavari kyssir ein grindaskølt. Hann grætur, og er skelkaður. Manningin umborð á Sea Shepherd er lamsligin. Kenslur eru høvuðsdrívmegin í ”Whale Wars – Viking Shores”, sum Animal Planet varpar um allan heim.

Les alla greinina

Postað í Alt, Bloggar, SamfelagOngar viðmerkingar

Fjølbroytt popp- og rokk konsert á Vaglinum

03 mai 2012

Hósdagin tann 3. mai kl 19.00 skipar Tórshavnar kommuna í sambandi við umhvørvisvikuna fyri grønari konsert á Vaglinum. Seks bólkar fara at framføra; alt frá poppdrotningunum í Divaz til punkrokkararnar í 200.

Les alla greinina

Postað í Mentan, Talubløðran, TiltøkOngar viðmerkingar

Tak spildurnýtt Gipsy Train staklag niður fyri einki

03 mai 2012

Bólkurin Gipsy Train hevur nýliga verið í upptøkuhølum saman við framleiðaranum Benjamin Petersen og tikið nýggja staklagið "Run, Baby, Run" upp, sum tú kanst taka niður ókeypis her.

Les alla greinina

Postað í Alt, Ljómur, Mentan, Talubløðran, UpptøkurOngar viðmerkingar

Føroyskir sosialdemo-kratar savnast um vikuskiftið

03 mai 2012

Politiskt kjaftaslit, gestarøða við Sonju Jógvansdóttir og javnaðarball eru millum tættirnir á landsstevnu Javnaðarfloksins, "Vit síggja reytt", sum verður í Skopun um vikuskiftið.

Les alla greinina

Postað í Samfelag, Talubløðran, Tiltøk, TíðindaskrivOngar viðmerkingar

- Størsta álop á fólkaræðið í nýggjari tíð

03 mai 2012

Politiskt lesarabræv: Mótmælini frá Unga Tjóðveldi og Sosialistisk Ungdómi mótvegis samgonguni, har tey siga seg ikki vilja gevast, fyrr enn hon er koyrd frá, má metast sum størsta álopið á okkara fólkaræði í nýggjari tíð, sigur ungmannafelagið HUXA.

Les alla greinina

Postað í Alt, Lesarabrøv, Samfelag, TalubløðranOngar viðmerkingar

Ongan fløva til tey arbeiðsleysu

03 mai 2012

Politiskt lesarabræv: Aftaná at hava tryggjað sær sjálvum fleiri túsund krónur um mánaðin í skattalætta, skal enn ein útsettur bólkur skerjast. Hesaferð tey arbeiðsleysu, har hægsta útgjaldið nú minkar við 2500 kr um mánaðin, ella 12,5%, sum er eitt øðiligt høgg í einum, sigur Bjørt Samuelsen.

Les alla greinina

Postað í Alt, Lesarabrøv, Samfelag, TalubløðranOngar viðmerkingar

Jóna Thomsen við trý-skíggjaðari innstallatión

03 mai 2012

Seinasta vikuskifti var altjóða dansidagur kring heimin, eisini her í Føroyum. Í hesum sambandi hevur listakvinnan, koreografurin og dansarin, Jóna Kristin Thomsen, forvitnisliga innstallatións-framsýning í Norðurlandahúsinum hesa vikuna.

Les alla greinina

Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, TíðindaskrivOngar viðmerkingar

- Fólkaskúlin er ikki drívmegin, men óttin fyri tí ókenda

03 mai 2012

Lesarabræv: So upplivdi mann eisini ein lærara, sum er beinleiðis ímóti innlæring. Rani byggir sína grundgeving á fólkaskúlalógina, har hann sigur, at um LGBT sleppa at upplýsa skúlabørn, so er tað brot á skúlalógina! Jamen lat okkum kanna málið nærri, skrivar Hergeir Staksberg.

Les alla greinina

Postað í Alt, Lesarabrøv, Mentan, Samfelag, TalubløðranOngar viðmerkingar

- Fólkaatkvøðan er dumpað

03 mai 2012

Politiskt lesarabræv: 3. Mai 2012 skal fólkaatkvøða vera um kommunusamanlegging. Tað er í øllumførum ætlanin, sum landsstýrismaðurin hevur hesum viðvíkjandi. Borgarar kring alt landið eru sera ørkymlaðir, tí satt at siga veit eingin, ella í besta føri sera fá, hvat hetta snýr seg um, skrivar Arne Winthereig vegna Ungmannafelagið Samband.

Les alla greinina

Postað í Alt, Lesarabrøv, Samfelag, TalubløðranOngar viðmerkingar

Drotningin á framsýning í Listasavni Føroya

03 mai 2012

Seinasta sunnudag, 29. apríl, lat framsýning upp í Listasavninum við danska listamanninum Thomas Kluges, ið millum annað er kendur fyri at hava málað eina portettmynd av Drotning Margrethu.

Les alla greinina

Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, TíðindaskrivOngar viðmerkingar

Nýtt Gipsy Train staklag – teasari

28 apríl 2012

Bólkurin Gipsy Train hevur nýliga verið í upptøkuhølum saman við framleiðaranum Benjamin Petersen og tikið nýtt staklag upp, sum teir geva út mikudagin í næstu viku. Lagið eitur "Run, Baby, Run", og ein forsmakkur av tí kann hoyrast her.

Les alla greinina

Postað í Alt, Sjónbond, SjónnæmiOngar viðmerkingar

Ung útisetalist ummæld og avmyndað

26 apríl 2012

Tann 21. apríl lat myndlistaframsýningin "Udvandring" upp á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn við føroysku listafólkunum Erlu Maritu Askham, Jóhan Martin Christiansen, Heiðrik á Heygum, Jóannes Lamhauge, Halldis Joensen og Silju Strøm. Síggj myndir og les ummæli av framsýningini.

Les alla greinina

Postað í Alt, Bloggar, List, UmmæliOngar viðmerkingar

Óflaggdags- røðan hjá Carl Jóhan Jensen

26 apríl 2012

"Góðu fundarfólk, mínir forbannaðu samsvíkar. Eg spyrji hvørjum ætla tit at Merkið skal flagga fyri í hesum tíðum, tá ið tey fýra opinberingarrossini: spilling, grammleiki, misjavni og skammloysi fara dundrandi gjøgnum samfelagið, kleyra vælferðina upp við hógvum sínum, hekla fyrisiting og vitanarstovnar undir, fretandi á allan sóma og alla samhyggju?" Les her hørðu og revsandi røðuna hjá, ið Carl Jóhan Jensen helt á Vaglinum í gjár í sambandi við flaggdagshaldið. Hvørjum skal merkið flagga fyri, nú tey ungu velja Føroyar frá og rýma?

Les alla greinina

Postað í Alt, Mentan, Samfelag, TalubløðranOngar viðmerkingar

- Ódemokratiskt og óforsvarligt at loyva áhugabólkum inn um skúladyrnar

26 apríl 2012

Politiskt lesarabræv: "Um ein trúarbólkur vildi greitt frá, at tey, sum ein liður í teirra nýggju marknaðarføring, vilja sleppa inn á stovnar og skúlar at greiða frá teirra meining og trúgv, fyri at fáa nýggjar limir og stuðlar, vildi viðkomandi trúarbókur helst verið lagdur undir indoktrinering og gera seg inn á hesi børn og teirra ands- og trúarfrælsi. Hvat so nú, tá ið ein áhugabólkur beinleiðis í miðlunum hevur greitt frá, at tey vilja sleppa inn á stovnar og skúlar, vilja brúka børn sum mið fyri teirra marknaðarføring, helst longu í barnagarðinum, til tess at boða teirra meining og trúgv!?!" Rani Andrasson Skaalum skrivar vegna Ung fyri Miðflokkin aftursvar til ætlanina hjá LGBT um at fáa læru um samkyndleika inn í fólkaskúlan.

Les alla greinina

Postað í Alt, Lesarabrøv, Mentan, Samfelag, TalubløðranOngar viðmerkingar

200 Vendetta útgávukonsert í myndum

26 apríl 2012

Seinasta leygarkvøld hevði bólkurin 200 útgávukonsert fyri seinastu útgávuna hjá sær, "Vendetta". Síggj her myndir frá konsertini, tiknar av Ditte M. Joensen og Philippe Carré.

Les alla greinina

Postað í Alt, Mentan, Myndir, Sjónnæmi, Talubløðran, TiltøkOngar viðmerkingar

Edvard Nyholm Debess fer singer/song-writer leiðina

26 apríl 2012

Leygarkvøldið 28. mars klokkan 20.00 hevur Edvard Nyholm Debess útgávukonsert í Perluni fyri seinastu fløguna hjá sær, Á Leið.

Les alla greinina

Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, TíðindaskrivOngar viðmerkingar

Dupultur singer/song-writer intimitetur í Perluni

25 apríl 2012

Fríggjakvøldið 27. apríl verður Perlan karmur um eina spennandi og intima dupultkonsert við ’Marius’ og Guðrun & Bartal. Dyrnar lata upp kl 22:00, og atgongumerki á 50,- kr fáast við dyrnar. Eisini verður okkurt selt til at sløkkja sær tostan við.

Les alla greinina

Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, TíðindaskrivOngar viðmerkingar

Heilur grindahvalur prentaður til framsýning

25 apríl 2012

Nógv hava tey eftirhondini upplivað í Steinprenti av serstøkum listafólkaynskjum, men ynskið um at prenta ein heilan grindahval høvdu tey allíkavæl ikki hoyrt fyrr enn danska listakvinnan Pernille Kløvedal Helweg kom við tí. Fríggjadagin 27.apríl letur danska listakvinnan upp framsýningina HVALATEKIN/FELTGRAFIKKUR, í Norðurlandahúsinum og í Steinprent.

Les alla greinina

Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, TíðindaskrivOngar viðmerkingar

LGBT Føroyar skipar nýggja nevnd og byggir víðari

24 apríl 2012

LGBT Føroyar – rørslan til frama fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar - hevur havt aðalfund, og nýggj nevnd er farin til verka. Nevndin í LGBT Føroyar ætlar at byggja víðari á ta jaligu kós, sum varð sett, tá ið LGBT Føroyar var stovnað í fjør.

Les alla greinina

Postað í Alt, Samfelag, Talubløðran, TíðindaskrivOngar viðmerkingar

Fríggjadagin dansa vit um alt landið

23 apríl 2012

Fríggjadagin verður Dansidagurin 2012 hildin í Føroyum. Í fleiri vikur hava dansibólkar fyrireikað seg, og hendan dagin verða ymisk tiltøk í og kring gøturnar í Tórshavn umframt stóra heimsklassa breakdansisýningin, "Tribe", sum verður víst í Norðurlandahúsinum.

Les alla greinina

Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, TíðindaskrivOngar viðmerkingar

Filmsinnstal-lasjón eftir Katrin Ottarsdóttir brýtur upp úr nýggjum

23 apríl 2012

Frá mikudegi 25. apríl til hósdagin 3. mai verður filmsinstallasjónin "Lejlighedsminder" hjá møðgunum Katrini Ottarsdóttir og Hildigunn Eyðfinsdóttir sýnd í fyrrverandi tappihøllini Ny Tap á Carlsberg í Keypmannahavn.

Les alla greinina

Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, TíðindaskrivOngar viðmerkingar

- Hvar eru virðini í hjúnabandinum og familjuni blivin av?

23 apríl 2012

Lesarabræv: "Vit ganga øgiliga høgt uppí at okkara samfelag skal verða modernisera. Nógv skal verða moderna men tíverri er vánaligur moralur næstan eisini modernaður. Okkurt er heilt galið við okkara vesturlendska samfelagi." Bergur Nónklett skrivar um modernaða samfelagið og moral.

Les alla greinina

Postað í Alt, Bloggar, SamfelagOngar viðmerkingar

Carl Jóhan Jensen heldur flaggdags-røðuna

23 apríl 2012

Nú, mikudagin 25. apríl, skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi í Havn. Skrúðgongan byrjar klokkan 15, har Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn marsjera. Gingið verður frá Kommunuskúlanum oman á Vaglið, har Carl Jóhan Jensen heldur flaggdagsrøðuna.

Les alla greinina

Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, TíðindaskrivOngar viðmerkingar

- Jú, fokk, jú! 200 er aftur!

23 apríl 2012

Bloggur: "200 er røddin, ið framum aðrar vísur okkum á órætt. Við skemtiligum rokkpunki, sum fangar, fær 200 boðskapin út um, hvør bestemmar í Leoland. Hesa røddina kunnu politikarar ikki fáa at makka rætt, hvørki við samanleggingum ella hóttanum um sparingar." Niels Uni Dam hugleiðir um útgávukonsertina hjá 200, sum var í Perluni leygarkvøldið.

Les alla greinina

Postað í Alt, Bloggar, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, Tónleikur, UmmæliOngar viðmerkingar

Röddin+Ó=RÓ: nýtt fótbóltslið sæð dagsins ljós

19 apríl 2012

Leygardagin 14. Apríl spældi nýstovnaða RÓ liðið móti MB í Gundadali. Síggj myndir og les meira um liðið í hesi greinini.

Les alla greinina

Postað í Alt, Ítróttur, Mentan, Talubløðran, TíðindiOngar viðmerkingar

Reyvarhols-disking, kult- og sjórænarametal

18 apríl 2012

Fríggjakvøldið 20. apríl er ÜMLÄUT í Sirkus. Kvøldið byrjar kl. 22 við dupultari rokk konsert við kultarunum í Konqueror og sjórænarametlarunum Sails of Deceit. Tá konsertin er liðug á midnátt, diskar Ray Warhol restina av náttini.

Les alla greinina

Postað í Alt, Talubløðran, Tiltøk, TíðindaskrivOngar viðmerkingar

Whale Wars og hevnd Paul Watsons gerast veruleiki

18 apríl 2012

Bloggur" Hann bleiv handtikin, seinast hann var í Føroyum. Men nú svarar Paul Watson aftur. Og tað fara føroyingar at merkja. Fríggjadagin 27. apríl sendir stóra amerikanska sjónvarpsrásin, Animal Planet, fyrsta partin av ”Whale Wars – Viking Shores” við Paul Watson á odda." Høgni Reistrup bloggar um vantandi journalistisku idealini í sendingini Whale Wars, ið eftir hansara tykki kanska er størsta álopið nakrantíð á føroyskan samleika.

Les alla greinina

Postað í Alt, Bloggar, SamfelagOngar viðmerkingar

Beint nú...

Nýtt Gipsy Train staklag – teasari

Lagt afturat tann 28 apríl 2012

Hygg at fleiri sjónbondum

Álmanakkin

  • Einki tiltak er skrásett í løtuni.

Best umtókt

  • No results available

Atkvøðugreiðslur

Heldur tú, at frálæra um kynsliga orientering skal út í fólkaskúlan?

View Results

Loading ... Loading ...
UA-20292860-1