Angribollin – vinur í neyðini ella hormonbumba?

Angribollin – vinur í neyðini ella hormonbumba?
Dummaði tú teg í vikuskiftinum? Fyri eitt sindur yvir 100 kr. kanst tú keypa teg syndafrían – ella í hvørtfall barnleysan - á apotekinum, men veitst tú yvirhøvur, hvat tú koyrir í munnin, tá tú tekur ein angribolla? Röddin hevur kannað málið nærri og tosað við Niels Joensen, ið er farmaceutur.
21.08.2013 - 18:15

 

Tað eru nokk fleiri gentur, ið kenna støðuna aftur. Bíðiraðið á apotekinum mánadag. Mann hyggur niður í gólvið ella nærgranskar onkra lýsing um fótsopp. Krossar fingrar fyri, at mann ikki møtir nøkrum, sum mann kennir. Og so at mutla seg ígjøgnum “eh ja... ein... hatta har.. ein fortrydelsespilla. Ja... ja, eg havi roynt tað fyrr... ja... takk fyri.” Heldur onki barn hesu ferð, score!

 

Men hvat hendir í roynd og veru, tá vit svølgja lítlu hvítu tablettina?

 

- Í prinsippinum eru tað kvinnulig hormon, sum mann fær í seg, altso østrogen. Hormonini ávirka heilan til at stoyta eggið frá sær og ávirka eisini slímhinnuna í lívmóðurini, so eggið ikki fær sett seg fast. Orsakað av stóru nøgdini av hormonum kann mann fáa vaml og spýggja tablettina upp aftur. Hendir tað, má mann taka eina afturat, greiðir Niels Joensen frá. Hann er útbúgvin farmaceutur og starvast á apotekinum í Havn.

 

- Yvirhøvur økja hormonir um vandan fyri blóðproppi, og mongdin av hormonum í einum angribolla er nógv størri enn í p-bollum, sigur Niels. Roykjarar, kvinnur yvir 30 ár og kvinnur við ymiskum sjúkum sum t.d. diabetes skulu tí hugsa seg eyka væl um, áðrenn tær taka ein angribolla.

 

Niels avsannar kortini mytuna um, at mann kann gerast sterilur, tekur ein ov nógvar angribollar.

 

Tíðin spælir ein stóran leiklut, verður mann noyddur at taka ein angribolla. Hann skal helst takast skjótast gjørligt, tí longu eftir 48 tímum eru sannlíkindini, at hann virkar, farin niður á 80%. Tá 72 tímar eru farnir, eru sannlíkindini, at tablettin virkar, einans 50-60%, og apotekið mælir tá frá at taka hana.

 

Tekur ein p-bollar, skal mann í mest møguligan mun halda seg frá angribollum, tí ein í forvegin fær nógvar hormonir frá p-bollunum. Gloymir mann ein p-bolla, skal mann einans taka ein angribolla, um eitt døgn ella meira er liðið, síðan mann átti at taka p-bollan, metir Niels. 

 

Apotekið í Havn selur árliga millum 700 og 800 angribollar. Talið er lækkað eitt sindur seinastu árini, og tað eru serliga ungar gentur, ið keypa angribollarnar.

 

- Mann merkir, at angribollar eru rættiliga tabuiseraðir. Tey ungu eru flóv, tosa spakuligt og hyggja niður, tá tey koma inn at keypa angribollar. Tað er nokk nakað tað sama sum at keypa hítir, greiðir Niels frá. 

 

Angribollar kunnu keypast í hondkeyp á apotekinum, men eiga einans at vera nýttir sum ein neyðloysn. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.