Undurlív: - Trý prik, ið kunnu bjarga lívum!
Í síðstu viku varð nógv skrivað í donsku miðlunum um álvarsligu hjáárini av koppsetingini ímóti lívmóðurhálskrabba, sum mann hevur merkt til á flatlondum og aðrastaðni í heiminum. Ein grein kom eisini út á Röddina um hetta málið, men hesum vilja ungu genturnar frá Undurlív svara aftur.
05.09.2013 - 08:30

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

“Áhaldandi høvuðpína, búkpína, ørilsi, trupulleikar við minninum og sansunum, og hetta eru bara nøkur av hjáárinunum, sum Vaccinationsforum hevur staðfest.“ Soleiðis skrivaði BT í síðstu viku um álvarsligu hjáárini av koppsetingini ímóti lívmóðurhálskrabba.

 

- Tá ið fyrstu greinarnar um hjáárin av koppsetingini ímóti lívmóðurhálskrabba komu út í teimun donsku miðlunum, settu vit okkum beinavegin í samband við Krabbameinsfelagið og tey seg við okkum. Krabbameinsfelagið setti seg beinavegin í samband við Kræftens Bekæmpelse fyri at kanna málið gjøllari og fyri at vita, hvat hald var í hesi nýggju vitanini. Eftir hetta, vórðu vit allar í Undurlív undirvístar av nýggjum av Katrin Kallsberg, kvinnuligur yvirlækni á LSH. Sum nú er, hava vit ikki hoyrt um nakað føroyskt dømi, men bert um tvey dømi í Danmark, sum læknanir meina kemst av HPV koppsetanini, greiðir Rannvá Jónsdóttir Johansen frá, ið er ein av sjálvbodnu gentunum við í Undurlív.


Undurlív er eitt átak hjá Krabbameinsfelagnum, sum byrjaði fyri umleið trimum árum síðan. Við í átakinum eru 11 sjálvbodnar ungar kvinnur, ið ynskja at kunna gentur og kvinnur um koppseting móti lívmóðurshálskrabba. Uppgávan hjá Undurlív er at eggja kvinnum til taka av tilboðnum og at fara til tær regluligu kanningarnar.

 

- Í seinastuni hava ymsar greinar verið frammi í miðlunum um ávís hjáárin, sum ymsar gentur hava fingið aftaná at hava latið seg koppsett. Av hesum merkja vit væl mun nú, at fólk eru meira kritisk og spyrja fleiri spurningar enn áðrenn. Og serliga merktu vit á Summar Festivalinum, har vit gingu við faldarum og prátaðu við fólk, at fólk vóru meira varin enn áður, tí tey eisini høvdu lisið og hoyrt um hesi hjáárini, ið vóru so nógv frammi í donsku miðlunum. Men nógv av tí, tey spyrja um, eru nærmast ræðusøgur, sum tey hava fingið fortalt. Vit skilja sjálvandi væl hví fólk gerast bangin, og vit kunnu sjálvandi ikki avsanna, at møgulig hjáárin eru frammkomin, men sum við øllum øðrum er umráðandi at kanna keldurnar áðrenn ein “slúkir alt rátt”.


Ein av orsøkunum til, at hetta hevur spreitt seg so skjótt, er tí at fólk, ið eru ímóti koppseting sum heild, hava nú fingið vind í seglini og fáa góðan stuðul frá miðlunum. VaccinationsForum er ein áhugabólkur, ið er ímóti allari koppseting, og tey eru eisini komin við fleiri dømun, sum eru at lesa í miðlunum.

 

- Tað er umráðandi at hyggja eftir hvussu nógv av samlaða talinum av kvinnum, ið eru koppsettar, hava hjáárin. Um vit nú tosa út frá føroyskum hagtølum, skulu vit koppseta 300 kvinnur um árið í 40 ár, har tað møguliga verður ein kvinna rakt av hjáárinum. Hjárárini eru ymisk alt eftir, hvør keldan er.


Tey vanligu hjáárini eru roði og hevilsi, har prikið er givið, annars kann tað vera møgulig ávirkan á nervalagið og á immunverjuna. Tey seinnu eru sera sjálvdan fyrikomandi, og  tað hevur tískil ikki verið upplýst um tey. Hjáárinini, nervalagsávirkan og immunverjuávirkan, hanga saman við aluminumadjuvasinum, sum er sama adjuvans, sum brúkt verður til koppsetingarevnið, sum vit lata sproyta í okkara 3 og 5 mánaðar gomul børn, har tað tá verður mett at vera trygt.

 

- Meir enn annað hvønn mánaða fær ein kvinna staðfest lívmóðurshálskrabba í Føroyum. Tað svarar til, at vandin fyri lívmóðurshálskrabba er 1,5% alt lívið. Um tú letur teg koppseta, fellur hetta talið niður á 0,45%, og vandin fyri hjáárin er 0,008%. Og út frá hesum vilja vit tí sjálvsagt viðmæla ungum kvinnum at framvegis koppseta seg, tí at so leingi tað ikki er prógv fyri, at koppsetingin er skaðilig, so vilja vit fylgja tilráðingum frá Sundhedsstyrelsen. Og so leingi tað ikki er prógv fyri, at koppsetingin er skaðilig, vilja vit trúgva uppá, at hetta eru trý prik, ið kunnu bjarga lívum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.