Ein av bygningunum á skúlanum TAEPO
Bolivia Hjálp: Studentaskúlanæmingar hava sera góðan hugburð!
Týsdagin 25. februar verður aftur innsavningardagur hjá Bolivia Hjálpini. Röddin hevur fingið orðið á Jón á Steig, ein av fyriskiparunum.
20.02.2014 - 15:15

Á hvørjum ári um hetta mundið verða allir studentaskúlanæmingar heittir á at fara út á arbeiðsmarknaðin. Ein dagur í skúlagongdini verður settur av til tað sama, og pengarnir, sum næmingarnir fáa inn, verða allir óskerdir sendir til Taepo, ein føroyskan skúla í Cochis í Bolivia. Verkætlanin verður rópt Bolivia Hjálp, og eru tað á leið 70 sjálvbodnir studentaskúlanæmingar, ið skipa fyri stóra innsavningardegnum.

 

- Í januar byrjaðu vit so smátt at fyrireika ársins Boliviadag, men tað var ikki fyrr enn mánadagin, at fyrireikingarnar av álvara fóru í gongd. Fyrireikingarnar fevna seg í stuttum um at ringja runt til fyritøkur og leita eftir arbeiðsplássum til næmingarnar, greiðir Jón á Steig frá, sum hevur verið limur av Boliva Hjálp síðani 2011, tá ið hann byrjaði í 1.s í Hoydølum. 

 

Bolivia er fátækasta landið í Suðuramerika, og í bygdini Cochis var stórur tørvur á skúlahjálp. Føroyingar lótu síðani í 1990 handverksskúlan, Taepo, byggja, so at ung kundi læra træsmíð, jarnsmíð, el-arbeiði, bilmekanikk, at seyma, binda og veva. Eftir, at skúlin varð bygdur og farin at koyra ordiligt, var tó enn tørvur á, at onkur helt hann við líka, so í 2009 byrjaðu studentaskúlanæmingar at senda pengar til skúlan, so at tey kundi keypa tað, ið teimum tørvaði, umvæla og halda við líka.

 

Tá ið Jón gjørdist limur í Bolivia Hjálpini, vóru tey bara 13 fólk, ið stóðu fyri øllum, og tað tók teimum nærum 2 vikur at ringja runt til fyritøkur og finna arbeiðspláss til studentaskúlanæmingarnar. Í dag eru tað 70 sjálvboðin við í Bolivia Hjálpini, og at finna øll arbeiðsplássini tók einans 2 dagar. Uppgávan hjá teimum sjálvbodnu er eisini at standa klár at taka yvir, um onkur næmingur brádliga verður sjúkur ella ikki møtir upp til arbeiðis á innsavningardegnum.

 

- Studentaskúlanæmingar hava sera góðan hugburð viðvíkjandi Boliviadegnum. Sjálvandi eru tað nøkur, ið eru skeptisk og ímóti at arbeiða sjálvboðið arbeiði, men sum heild eru fólk øgiliga positiv. Tað er jú til eitt vælgerandi endamál, og vit vita, at pengarnir ikki enda í lummanum hjá teimum skeivu fólkunum. Fyritøkur eru eisini sera positivar, og viðhvørt, tá ið tey ikki hava nakað arbeiði at bjóða út, senda tey okkum kortini eina upphædd, fortelur Jón á Steig.

 

Pengarnir, ið verða sendir til Bolivia, eru 300 til 500 krónur ferðirnar næmingatalið í Hoydølum, og í ár ganga tað umleið 800 næmingar á skúlanum, so tað verður altso ein fitt upphædd send avstað. Röddin ynskir Jón á Steig og Bolivia Hjálpini góða eydnu við innsavningardegnum 25. februar.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.