- Alt krevur planlegging fyri at fáa dagin til at hanga saman

Privat mynd
- Alt krevur planlegging fyri at fáa dagin til at hanga saman
Føroyski svimjarin, Magnus Jákupsson, hevur valt at satsa alt upp á svimjingina. Röddin hevur fingið orðið á hann fyri at fáa innlit í yrkisleið hansara sum svimjari.
03.03.2014 - 01:15

Magnus Jákupsson telist millum allar bestu svimjarar av føroyskum blóði. Hann hevur sligið næst flest føroysk met nakrantíð, og er tí beint í hølunum á Páli Joensen. Men Magnus valdi aftaná 10. flokk at svimja við donskum flaggi, og hevur tískil ikki tikið fleiri føroysk met. 

 

Svimjingin fer í dag við sera nógvari tíð hjá Magnusi, og tað kann til tíðir vera heldur hart fyri hann. Hann brúkar upp til 18 tímar um vikuna í hylinum, og afturat hesum verða 3-4 tímar brúktir upp á styrkivenjing.

 

- At vera svimjari á tí støðinum, sum eg venji á, er hart. Tað krevur alt planlegging fyri at fáa dagin til at hanga saman. Eg skal allatíð hugsa um, hvat eg geri, so tað ikki kemur at ganga út yvir dagligu venjingina, sigur Magnus.

 

Meðan flestu javnaldrarnir hjá Magnusi valdu at fara í Handilsskúlan, Hoydalar, beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin ella annað aftaná 10. flokk, fekk Magnus eitt øðrvísi tilboð.

 

- Aftan á European Junior Championship í Beograd í 2011, stóð tað mær í boði at koma at venja í einum felag í Keypmannahavn. Vestegnens Aqua Team vísti mær áhuga, aftaná tey høvdu sæð úrstlitini hjá mær.

 

Magnus valdi at taka av gylta møguleikanum, og kom inn á ein studentaskúla við einari ítróttarlinju. Tað merkir, at skúlagongdin er í 4 ár, og hann fær loyvda fráveru, um fráveran er í samband við svimjingina. Hann hevði longu umhugsað at flyta til Noregs ella Danmarkar framman undan, og tí var hetta upplagda valið at taka.

 

- Eg hevði ikki havt líka nógva tíð til svimjingina, um skúlagongdin bara var yvir 3 ár. Eg hevði heldur ikki havt møguleika at farið á fleiri venjingarlegur og kappingar, sigur Magnus, sum metir serstaka skúlan vera sera týdningarmiklan fyri seg.

 

Men tað er ikki lætt altíð at hava svimjingina, sum fyllir so nógv í gerandisdegnum. Ofta verður mann noyddur at droppa aðrar avtalur fyri at kunna svimja.

 

- Tað er umráðandi, at dagarnir eru skipaðir soleiðis, at venjingin hevur fyrsta prioritet fram um alt annað – tað verðir seg um føðingardagar, skúlaveitslur o.a. sigur Magnus, og leggur afturat, at sjálva skúlagongdin eisini má víkja fyri svimjingini viðhvørt.

 

Felagið, sum Magnus svimur í, eitur Sigma. Støðið í Sigma er høgt, og tað er eitt sera sterkt felag í donsku kappingini. Tá EM var í 2013, var Sigma tað felagið, ið hevði flest svimjarar á danska landsliðnum.

 

- Eg eri fallin væl til í nýggja umhvørvinum. Eg havi í dag venjarar og venjingarumstøður á altjóða støði, og hevur tað uttan iva ávirkan á mína framhaldandi menning.

 

Magnus hevur hann klárað seg væl, síðan hann flutti niður. Hann hevur vunnið 12 donsk meistaraheiti, sett 2 met, og hann var eisini at finna millum donsku svimjararnar, nú tá EM var í 2013. Eitt er sikkurt, og tað er, at tað verður framhaldandi spennandi at fylgja við gongdini hjá Magnusi í framtíðini!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.