Heiðrik ger horrorfilm sum sveinastykki

Heiðrik ger horrorfilm sum sveinastykki
Í síðstu viku var Heiðrik á Heygum í Føroyum, har hann fann sjónleikarar til hansara næsta film, ið samstundis verður sveinaroynd hansara á filmskúlanum Super16, har hann gongur.
11.03.2014 - 12:00

Skúlin er ein sjálvbjargin skúli, har næmingarnir skipa fyri øllum sjálvi. Lærutíðin tekur trý ár, og hvørt ár skulu næmingarnir framleiða hvør sín film. Heiðrik er nú komin til seinasta árið, og sum sítt sveinastykki hevur hann valt at framleiða ein horrorfilmur.

Í tí sambandi var hann í Føroyum í farnu viku og fann leikarar og støð at taka upp.

Sofía Nolsøe spælir høvuðsleiklutin, og filmurin fer fram í Føroyum í 1960unum. Filmurin verður um 20 minuttir, av tí at næmingarnir á skúlanum arbeiða mest við stuttfilmi.

Stuttfilmur møguleika at koma í topp 10

Umframt at framleiða seinasta filmin í samband við útbúgvingina, so er Heiðrik eisini í hesum døgum aktuellur á heimasíðuni hjá Filmmagasinet ekko, ið umboðar film í Danmark.

Stuttfilmur hansara “Aldur” frá 2010, ið snýr seg um 85 ára gomlu ommu Heiðrik, sum hevur svomið í havinum hvønn dag í 48 ár, er valdur at koma við í kappingina um at vera best umtókti stuttfilmur í løtuni.

Heimasíðan er væl vitjað, og ofta fáa stuttfilmarnir á topp 10 listanum hjálp at verða sýndir á festivalum runt um í heiminum.

Filmurin “Aldur” kann síggjast á heimasíðuni hjá Filmmagasinet ekko <a href="http://www.ekkofilm.dk/shortlist/film/waves-a-portrait-of-maria-a-heygum...

Nýggi horrorfilmurin hjá Heiðrik verður liðugur í oktobur, og hann verður vístur alment í Keypmannahavn og vónandi eisini í Føroyum. Áhugað kunnu fylgja við á síðuni hjá Super16, nær og hvar filmarnir verða vístir.

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.