-Tvíburarnir tað besta, sum nakrantíð er hent mær

-Tvíburarnir tað besta, sum nakrantíð er hent mær
Jóhanna Hermundsdóttir Johansen var fimtan ára gomul, tá hon varnaðist, at hon var við barn. Hvøkkurin gjørdist ikki minni, tá hon seinni fekk at vita, at hon skuldi eiga tvíburar.
02.04.2014 - 18:15

Klokkan er farin væl yvir fýra, og eg seti leiðina oman í føðideildina, har eg havi eina avtalu við Jóhonnu. Komin í føðideildina síggi eg Jóhonnu. Hon er ikki einsamøll, har standa sjúkrarøktarfrøðingar, sum flokkast rundan um hana. Eisini fólk, sum ikki kenna Jóhonnu, men bara eru komin at vitja onkran annan á føðideildini, steðga á fyri at heilsa upp á tvíburarnar. Serliga eru tey bilsin av lítlu Fíu, sum er minsta barn, sum nakrantíð hevur yvirlivað í Føroyum. Hon vigaði bert 460 gramm, tá hon var fødd, meðan systur hennara, Lea, vigaði 1633 gramm, og er tískil væl størri.

 

Bangin fyri hvat onnur fóru at halda

-Tá eg fekk staðfest, at eg var við barn, varð eg ógvuliga skelkað og eisini rættiliga bangin, greiðir Jóhanna frá. Eg var jú bara fimtan ára gomul, og annars ein typiskur tannáringur, sum gjørdi tey somu tingini, sum aðrir tannáringar. Eg var eisini bangin fyri, hvat onnur fóru at halda um meg, nú eg brádliga skuldi vera mamma, ásannar Jóhanna.

 

Tá Jóhanna nøkurlunda var komin til sættis við tankan um, at hon skuldi vera mamma, gjørdist skelkurin ikki minni, tá hon fekk at vita, at hon skuldi hava tvíburar.

Jóhanna skuldi vera einsamøll um hetta, av tí at pápin ikki er við í myndini, og tískil óttaðist hon fyri, at tað fór at verða alt ov hart fyri hana, tí nú var tað brádliga tvey børn, hon skuldi taka sær av. Kortini gekk tað ikki leingi til hon varð glað fyri, at hon skuldi hava tvíburar.

 

Familjan var ørkymlað

Um tað mundi vóru foreldur Jóhonnu í Danmark, av tí at pápin er so sjúkur. Í byrjanini fegnaðist mamma Jóhonnu ikki um, at hon so brádliga skuldi vera omma. Jóhanna tordi eisini illa at siga pápa sínum, at hann skuldi vera abbi, av tí hon ikki visti, hvussu hann fór at taka tað, nú hann var so sjúkur.

 

-Eg gjørdi so av, at sjálv fara niður og vera saman við familjuni. Hóast tað tók nakrar mánaðir hjá foreldrum mínum at koma yvir hvøkkin, av at eg skuldi vera mamma, batnaði hugburðurin mótvegis tí, tá tey kundu koma við í skannaran – tað hildu tey vera sera spennandi.

 

Bóðu hana fremja fosturtøku

Læknarnir í Danmark mældu henni til fosturtøku, orsakað av, at hon var so ung og altíð kundi fáa sær børn seinni. Í skannaranum sóu tey, at hjartað hjá tí minna barninum orkaði illa at pumpa so nógv, sum tað skuldi, og at tað sum heild ikki hevði tað gott. Tey søgdu, at tað allarhelst ikki fór at liva, og um tað gjørdi, fór tað at vera fjølbrekað barn.

 

-Eg kundi undir ongum umstøðum funnið uppá at fingið mær fosturtøku. Nú vóru tey longu í búkinum og skuldu eisini verða verandi har, inntil tey komu út. Eg haldi eisini, at tað var langt úti av lækninum at blíva við at tilmæla mær at fremja fosturtøku, tá eg ikki var við uppá tað. Tað er jú mítt val og míni børn, og tað skal eingin blanda seg uppí.

 

Ein hørð tíð

Jóhanna átti tvíburnarnir við keisaraskurði á Ríkissjúkrahúsinum. Alt var yvirhøvur ikki bara ljósareyt, tá tær vórðu føddar. Fía var øgiliga illa fyri, av tí at hon var so lítil. Lunguni vóru ikki ment so nógv, sum tey skuldu, og tískil skuldi hon fáa hjálp frá eini maskinu at anda ta fyrstu tíðina.

 

-Tað var ræðuliga hart, tí vit vistu ikki hvønn veg, tað fór at ganga. Vit fingu at vita, at hon ikki fór at yvirliva, og um hon so gjørdi, fór hon at verða fjølbrekað barn. Men eg valdi bara at taka ein dag í senn og hava jaligt lyndi.

 

Alt endaði væl

Í dag hevur Fía tað gott, og henni bagir einki. Hon mennist, sum hon skal, men tað gongur bara sera seint fyri seg. Jóhanna ætlar sær at vera sum longst heima saman við sínum børnum, men ætlar tó í framtíðini at fáa sær eina útbúgving, men hvørja veit hon ikki enn.

 

-Mítt lív er so nógv broytt, eftir eg havi fingið tær báðar, Leu og Fíu. Eg sakni als ikki mítt gamla lív, har eg ikki var mamma – eg kann næstan ikki ímynda mær tað øðrvísi nú. Tær eru uttan iva tað besta, ið nakrantíð er hent mær.

 

Spurd um, hvat ráð, hon vil geva øðrum ungum gentum, ið verða við barn, svarar hon: At royna at vera saman við pápanum, soleiðis, tú ikki endar við at standa einsamøll, tí tað er ræðuliga strævið. Síðani leggur Jóhanna afturat, at tað er umráðandi at hugsa jaligt, hóast tað sær svart út. Alt gongur við einum góðum vilja, sigur Jóhanna við einum smíli.

 

Her eru myndir av tvíburunum, Leu og Fíu:

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.