Býarmyndin

Býarmyndin
Hugleiðing frá Unn Danielsen um eina síðu av samfelagnum, vit menniskju hava lyndi til at skúgva til viks.
03.04.2014 - 12:45

Brádliga vaknar hann, helst er hann avfallin kvøldið fyri. Klokkan gongur til sjey, og fyrstu bilarnir susa framvið honum. Ørkymlaður setist hann upp undir seg, kennir eina djúpa pínu frá rygginum upp ímóti nakkanum, helst er tað harði bonkurin, ið er orsøkin. Gleðin byrtist í eygum hansara, tá hann sær myrku glasfløskuna, hann tekur um kalda fløskuhálsin, men kastar hana síðani frá sær, so glasbrot fara í allar ættir; hon er tóm.

 

Enn ein dagur er komin; ein annar fíggindi. Aftur skal hann berjast ímóti hundasjúku, kulda og svongd, aftur skal hann síggja køldu eygnabráini frá fólkum, ið eru betri enn hann, aftur skal hann kenna seg útistoyttan og einsamallan.

 

Tunglyntur og einsamallur situr hann á bonkinum, hvørs kuldi er ein stingandi pína. Hann hoyrir eina skúlaklokku ringja nærindis; fyrsta fríkorter. Nú plaga fleiri av hansara slag at koma spákandi oman ímóti býnum, men enn er eingin teirra at síggja. Hann vónar so inniliga, at onkur teirra hevur eina fløsku av sterkum við sær, so hann fær tamt goyggjandi hundin í sær. Ein sigarett hevði eisini verið heilt góð.

 

Stirdur bíðar hann, einsamallur í miðbýnum, sum í hesi løtu eins væl kundi verið New York, hann kennir seg einsamallan, einsamallan í heiminum. Ongan góðan hevur hann, ongan, sum veitir honum eina hjálpandi hond, tá ið á stendur, hann hevur einki annað enn slitnu klæðini. Onkuntíð kennir hann seg væl, men hóast alt - ikki rættiliga viðurkendan av umheiminum. Hann plagar at skáka sær undan um fýra tíðina, tá skutbilarnir við barnafamiljum koyra framvið honum. Eygnabráini, ið tey kasta honum, týna hann, drepa hann. Øll hava sæð hann áður, men eingin teirra kennir hann rættiliga. Hann er ein býarmynd, sum onkursvegna er fullkomiliga óynskt av samfelagnum. Frosin og utistoyttur reikar hann runt í frystakøldu Havnini.

 

Skrivað av Unn Danielsen

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.