Fleiri leys størv í Kringvarpinum

Savnsmynd
Fleiri leys størv í Kringvarpinum
Kringvarpið søkir eftir fólki til fýra spennandi størv. Kundi tú til dømis hugsað tær at framleitt sjónvarpssendingar? Ella hevur tú kanska ein útvarpsvert í búkinum?
04.04.2014 - 12:15

Fýra ymiskar starvslýsingar eru sendar út á heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Tað verður bæði søkt eftir vertum til summarskránna hjá útvarpinum, eftir einum praktikanti til morgunsendinga og eftir tveimum miðlatøkningum.

 

Í læru í Kringvarpinum

 

Harumframt verður eisini søkt eftir tveimum lærlingum til útbúgvingina, Film- og sjónvarpsframleiðsla. Ùtbúgvingin tekur 5 ár, harav 70 vikur eru skúlagongd á miðlaskúlanum í Viborg.

 

Tá tú ert sjónvarpslærlingur hjá Kringvarpinum, lærir tú at fotografera og at klippa video og ljóð. Men læran fevnir eisini um aðra kringvarpsframleiðslu.

 

Tú kanst lesa meiri um krøv og setanarviðurskifti her!

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.