Hetta skrivaði Røddin hesa vikuna

Hetta skrivaði Røddin hesa vikuna
Ein søga um eina 16 ára gamla tvíburðamammu. Ein onnur søga um eina unga songkvinnu ið varð sjikanerað á netinum og uppringd um nætrarnar. Og fleiri aðrar spennandi søgur. Her er ein samandráttur av seinastu vikuni á Røddini!
05.04.2014 - 20:00

Høvuðssøgan hesa vikuna var um Jóhonnu sum bert 16 ára gomul gjørdist einsamøll tvíburðamamma. Her kanst tú lesa alla søguna um Jóhonnu.

 

Vit skrivaðu eisini um Ester Kristiansen, sum hevur útgivið nýtt staklag aftaná ta buldrasligu byrjanina hon fekk uppá lívið sum sangarinna. Les her hvussu hon taklaði tað at verða spilt út á netinum og uppringd um náttina av fólkum, ið ikki dámdu fyrsta lagið hjá henni.

 

Mánadagin skrivaðu vit um 17 ára gomlu Unu, sum gjørdi av at taka ein steðg úr Hoydølum, tá hon varnaðist, at gerandisdagurin var steðgaður upp. Ì dag gongur hon á háskúla í Hillerød og elskar tað. Les her!

 

1. apríl skrivaðu vit um eina heldur fúla dagføring av Røddini. Les aprílsøguna hjá okkum her!

 

Týsdagin søgdu tveir næmingar og ein lærari sína hugsan um parkeringsviðurskiftini í Hoydølum. Les millum annað um Òla Breckmann sum eftirhondini hevur mist talið á parkeringsbótum, hann hevur fingið uttanfyri skúlan.

 

Mánadagin skrivaðu vit um ein dedikeraðan telduspælara sum heldur, at kommunan átti at sett pengar av til eitt høli fyri telduspælarar. Les um Petur og hinar telduspælararnar her!

 

Umframt hesar seks greinarnar hava vit eisini eina rúgvu av tíðindastubbum, sum tú kanst finna á forsíðuni.

 

Gott vikuskifti og góðan lesihug!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.