Oxytocin ger tann útkorna vakrari

Oxytocin ger tann útkorna vakrari
Týski psykiatarin René Hurlemann vísur við kanning, at menn góvu damunum hægri karakter eftir teir høvdu fingð eina sproyting av oxytocin.
16.04.2014 - 09:15

Fyri stuttum legði Illustreret Videnskab eina grein út um kemiska kærleikan. Í greinini vístu tey á hesa kanningina, sum René Hurlemann úr Bonn Universitat í Týsklandi gjørdi um Oxytecin.


Oxytecin er eitt hormon, sum millum annað hevur víst seg at hava ávirkan á álitið hjá okkum menniskju, tí tað gevur okkum eina kenslu av ikki at verða snýtt.

 

Hurlemann fekk 20 ungar menn, sum allir vóru í føstum parlagi at hyggja gjøgnum eina myndarøð av kvinnum. Millum myndirnar vóru eisini myndir av damunum hjá teimum.

 

Menninir skuldu geva kvinnunum karakter eftir hvussu vakrar tær vóru.

 

Tá teir høvdu verið gjøgnum myndarøðina einaferð, endurtók Hurlemann kanningina, men hesuferð sproytaði hann fyrst oxytocin upp í nøsina á monnunum.

 

Úrslitini vístu, at tá menninir vóru ávirkaðir av oxytocin, góvu teir damunum hægri karakter enn áður. Hinar kvinnurnar í myndarøðini fingu sama karakter sum fyrr.

 

Oxytocini aktiveraði nucleus accumbens, sum er ein partur av løningsøkinum í heilanum. Tað er eisini hetta økið, sum verður jaliga ávirkað av romantiskum kærleika.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.