Hvør er besti lestrarbýurin?

Privatar myndir
Hvør er besti lestrarbýurin?
Skjótt flytir enn eitt ættarlið av landinum. Tey flestu velja Keypmannahavn, og summi velja Reykjavík ella Berlin. Tey fægstu velja tó Sydney. Røddin kannar, hvar er best at lesa.
17.04.2014 - 20:45

Vel Reykjavík, um tú ræðist stórar býir

 

Støddin á býnum passar akkurát til mín. Kempistórir býir ræða meg, og pinkulítlir býir keða meg. Reykjavík er ein lívligur, lítil býur, har tú kanst vera anonymur, um tú vilt. Men tú kanst eisini tilvildarliga møta fólkum, tú kennir, á gøtuni. Tað haldi eg, er hugnaligt. Býir kunnu vera kempistórir ella pinkulítlir – akkurát sum greytur kann vera for heitur ella kaldur. Reykjavík er ein lekkur lunkaður greytur við sukur á.

 

Dávur í Dali, 24 ár.

 

Vel Berlin, um tú vilt liva frítt


Eg havi altíð elska týskt og stórbýir, so Berlin kundi ikki passa betur til mín. Møguleikarnir eru óendaligir og tú møtir fólki frá øllum heiminum, bæði á universitetinum og í frítíðini, og hetta skapar eina áhugaverda mentan.
“Ordnung muss sein” er í øllum førum ikki galdandi fyri Berlin. Tað er meira sum í Føroyum - alt gongur nokk, vit finna út av tí. Og tað ger tað ikki verri, at her er so bíligt, bæði í mun til íbúð, mat og náttarlív.

 

Katrin Dalsgaard Nolsøe, 24 ár.

 

Vel Sydney í Avstralia, um tú ert ein kuldakráka


Veðrið er ótrúliga eksotiskt fyri ein føroying. Vetrarhitin er ikki ólíkur føroyska summarinum, meðan hásummarið her kann gerast dekan ov heitt. Tó so eru summarfrítíðirnar ofta sera langar, og tá er upplagt at ferðast til Ný Sælands og aðrar oyggjar eins og runt í Avstraliu, ið hevur so ómetaliga nógv annað at bjóða uppá enn einans Sydney. Fróðskaparsetrini ymsastaðni í býnum eru nógv í tali og eru í miðal heilt væl umtókt, tí støðið og trivnaðurin eru høg. Tað er dýrt at liva í Sydney, serliga um tú vilt búgva mitt í býnum. Hinvegin er tað hampiliga lætt at finna arbeiði, og lønirnar eru lutfalsliga góðar. Eisini eru nógv hugnalig og minni rokalig støð í útjaðaranum á býnum, ið ofta hava ein siðbundnan og evropeiskan café dám á sær. Tíverri kann eg ikki viðmæla at brúka súkklu at koma aftur og fram, tí tað eru vegirnir fyri tað mesta ikki gjørdir til. Kortini er almennu ferðslumøguleikarnir góðir við tok- og busssambandi.

 

Dánjal Rói Olsen, 24 ár.

 

Vel ikki Keypmannahavn, um tú ikki orkar stressaði stórbýarmenniskju

 

Stórbýarlívið er gott. Ein Netto á hvørjum horni, lætt at súkkla og taka metro - og tú kanst keypa øl eftir kl 17! Alt er lætt at fáa fatur á. Eg haldi at Keypmannahavn er ein góður lestrarbýur, tí tað er lætt at møtast við lestrarfelagnum á kaffistovu ella fara ein túr á gongugøtuna. Tað besta fyri tey lesandi er, at tað eru so nógvar ymsar týpir av fólki, og tí er tað ikki illa sætt at vera ørðvísi. Eg føli meg sera góðtikna og integreraða - hóast eg til dømis ikki dugi so væl at úttala mína egnu addressu ’Adelgade’.
Tó eri eg minni glað fyri stórbýarfólkið! Øll ganga við oyramikrofonum fyri at doyva umverðina. Eg skilji tað væl, tí keypmannahavnarar eru rættiliga frekir. Tey hava so ómetaligan skund altíð, men tey megna onkursvegna altíð at tveita eina óreina viðmerking til tín í vendingini. Tað er so ikki uttan grund, at vit kalla tað Politi-Danmark. Men slíkt fylgir við einum stórbýi og soleiðis er tað bara. Og hóast alla teir ‘sivilu politistarnar’ standi eg fast við, at í Keypmannahavn er deiligt og at tað er ein upplagdur lestrarbýur!

 

Durita á Brúgv, 22 ár.

 

Vel Lund, um tú ynskir eitt millumting

 

Tá tíðin hjá mær var komin at velja ein lestrarbý, stóð Lund ovast á mínum lista. Býurin er kendur fyri sítt lívliga studentarlív og er ein tann elsti universitetsbýurin í Norðanlondum. Við 82.800 íbúgvum eru umleið helvtin lesandi. Hetta merkir mann eisini aftur, tá mann gongur runt í býnum - her hendir altíð okkurt. At byrja við var eg eitt sindur óróligur yvir, hvussu tað fór at gangast við tí málsliga, men so skjótt mann fekk eitt netverk, var hetta eingin trupulleiki. Eftir mínari meining minna svenskarir nógv um föroyingar, sum kanska eisini ger tað lættari at fella til. Um ein leingist eftir stórbýarlívinum, liggur Malmö bert 15 minuttir herfrá við toki, og um ein hevur heimlongsul, kann ein altíð taka ein túr til ta föroysku ghetto’ina (Keypmannahavn) fyri ein bíligan penga (45 minuttir við toki). Jú, Lund hevur alt mann kann ynskja sær úr einum lestrarbýi.

 

Líggjas á Váli Smith, 25 ár.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.