Vegleiðing: Soleiðis skrivar tú ein føroyskan stíl

Vegleiðing: Soleiðis skrivar tú ein føroyskan stíl
Nú standa próvtøkurnar aftur fyri durum, og í tí sambandi fer Röddin at endurprenta eina grein, ið stóð at lesa á gomlu heimasíðu okkara. Góðan arbeiðshug og góða eydnu!
16.05.2014 - 14:30

Gev gætur!
Tá tú fert til próvtøku ella aðra roynd í føroyskum stíli, fært tú allar oftast eitt hefti, ið inniheldur stuttsøgur, eina ella fleiri myndir, yrkingar og/ella røður. Set teg fyrst inn í, hvat uppgávuorðingin á einum av teimum fremstu síðunum krevur av tær.

 

Dømi um, hvat uppgávuorðingin krevur av tær, eru m.a. hetta:

Greina og tulka stuttsøguna X. Tak millum annað fram huglag, myndamál og boðskap.

Greina og tulka yrkingina Z og samanber hana við yrkingina W. Viðger millum annað myndamál og hugburð.

Greina og tulka permumyndina C. Tú kanst taka stuttsøguna X upp í viðgerðina.

 

Minst til, at tú mást í øllum førum gera alt tað, sum uppgávuorðingin krevur av tær, og síðani kanst tú skoyta onnur ting uppí, sum tú heldur vera nevniverd. Summar tíðir nevnir uppgávuorðingin, hvør yvirskriftin á stílinum skal verða. Um hetta er nevnt, SKAL yvirskriftin verða henda. Um tú skalt gera yvirskriftina sjálvur, stendur hetta eisini nevnt.

 

Áðrenn tú byrjar at skriva
Les heftið ígjøgnum, meðan tú hevur uppgávuorðingina til hvørja einstaka søgu, yrking ella mynd í huga. Um tú skalt taka fram myndamál ella hugburð, royn so at leggja til merkis, hvar tú finnur hetta í søguni. Um søgan handlar um ein hund ella eitt køliskáp, minst so til, at boðskapurin í søguni ikki handlar um tað sama. Finn útav, hvat rithøvundurin vildi við søguni. Hví valdi hann at skriva um eina frystiboks? Er tað tí, at vit menniskju onkuntíð frysta okkara tankar inni? Hví skrivar hann um eitt hús uttan hurðar? Er tað tí vit kenna okkum innilæst? Royn altíð at síggja søguna sum eitt súmbol upp á okkurt, sum tú kennir úr gerandisdegnum, tí hetta er tað, sum tú skalt brúka, tá tú skrivar stílin.

 

Soleiðis skrivar tú ikki ein inngang

Í inngangin skalt tú IKKI skriva “í hesum stílinum fari eg at greina og tulka stuttsøguna “Frystiboksin” eftir Hansinu Hansen”. Tað er eitt no-go av teimum allar ringastu. Slepp tær undan at gera tað. Í innganginum skalt tú slett ikki nevna nakað, sum hevur við sjálva søguna, yrkingina ella myndina at gera, ikki nevna tess navn og ei heldur høvundan. Lærarin ella sensor hevur longu sæð yvirskriftina av tínum stíli og hevur longu lisið uppgávuorðingina, so hann ella hon veit, hvat tú ætlar tær at gera. Nýt heldur inngangin til at imponera tín lesara og tryggja tær soleiðis ein góðan karakter frá byrjan av!

 

Soleiðis skrivar tú ein inngang
Tá ið tú sat og las søguna um frystiboksina, fórt tú at hugsa, at boðskapurin í henni kanska kundi verið, at fólk frysta sínar trupulleikar inni og virka síðani illa í samfelagnum, tí tey blíva tunglynt og kedd, og teirra samlív við onnur viknar. Hetta, sum tú hevur sitið og hugsað, at søgan veruliga snýr seg um, skalt tú brúka í innganginum, tó uttan nakrantíð at nevna sjálva søguna um frystiboksina. Seinni skalt tú aftur brúka tað, sum tú komst inn á í innganginum, í perspektiveringini. Tú skalt gera tín lesara forvitnan beinan vegin við at geva honum eina smakkiroynd av, hvat kemur seinni í stílinum. Tú skalt gera hann ágrýtnan at vilja lesa víðari í tínum stíli. Ofta er eisini smart at enda inngangin við einum opnum spurningi, sum tú svarar seinni í perspektiveringini, aftur fyri at halda tín lesara áhugaðan – hann vil sjálvandi fegin hava svar á tín spurning. Ansa tó eftir ikki at skriva ov nógvar spurningar, og ansa sera væl eftir, at tínir spurningar verða svaraðir! Inngangurin til søguna um frystiboksina kann tí ljóða soleiðis:

 

Í okkara nútíðarsamfelag skal alt ganga so skjótt fyri seg. Tíð er pengar, og produktivitetur hevur alt at siga. Av tí sama veksur arbeiðsloysið í heilum, og menniskju stúra alsamt meira um sítt arbeiði. Tí tað er arbeiðið, sum gevur pening, og sum syrgir fyri mati, húsi, børnum og frítíðarmøguleikum. Øll ganga vit við einum ótta innan í okkum, men heldur enn at koma út við okkara trupulleikum, velja flest menniskju at goyma sínar trupulleikar langt innan í sær sjálvum, har eingin sær teir, og síðan lata sum um, at lívið er frálíkt. Men við soleiðis at goyma okkara trupulleikar, merkir tað so eisini, at vit gloyma okkara trupulleikar? Liggja teir ikki bara og hópa seg upp, til vit eina ferð hava fingið ov mikið, til bikarið flýtur yvir, og vit brádliga gerast óarbeiðsfør av tí sama? Skulu vit bíða, til vit hava fingið nóg mikið, ella skulu vit fara út við ruskinum beinan vegin?

 

Soleiðis skrivar tú bulin á stílinum
Í bulinum av stílinum skalt tú gera tað, sum uppgávuorðingin bað teg. Nú spæla vit, at uppgávuorðingin segði, at tú skalt greina og tulka stuttsøguna “Frystiboksin” eftir Hansinu Hansen. Tí fert tú í bulinum at gera júst hetta. Aftaná inngangin gert tú eitt reglubrot, sum týðiliga vísir, at tú fert í holt við nakað annað nú. Í bulinum skalt tú fyri fyrstu ferð nevna heitið á yrkingini, søguni ella myndini og eisini, hvør rithøvundurin ella málarin er. Um tú veitst, í hvørjum tíðarriti hetta varð útgivið, nevn so eisini tað her. Síðani kanst tú millum annað byrja bulin soleiðis:

 

Stuttsøgan “Frystiboksin”, ið kom út í triðja tíðarritinum Vencil í 2008, er skrivað av Hansinu Hansen og snýr seg um ein mann, ið kemur heim frá arbeiði og fer í frystiboksina at leita sær eftir einum nátturðabita. Konan og børnini eru úti, so hann finnur hann ein gamlan posa av hakkikjøti, sum hann velur at borðreiða, tí hetta er skjótur og lættur matur. Hann minnist, at hann sjálvur goymdi handan posan niðri í frystiboksini fyri fleiri mánaðum síðani, tí børnini ikki vildu hava hann, og hann hevur bara ligið har og tikið pláss. Nú skal hann burturbeinast. Eftir nátturðan verður hann tó sera sjúkur....

 

Skriva víðari tær mest umráðandi hendingarnar, sum henda í søguni. Hetta er greiningin av søguni. Tá tú ert liðugur at greiða frá, hvat søgan snýr seg um, gert tú eitt nýtt reglubrot og fert síðan í holt við at tulka søguna. Tú kanst millum annað skriva soleiðis:

 

Vit hava óivað øll ein pakka av døgurðamati liggjandi í frystiboksini, sum hevur ligið har í longri tíð. At leita niðast í boksina eftir onkrum skjótum at gera sær til matna er ikki óvanligt at gera, so hví skal hetta verða so týdningarmikið? Og hví gerst maðurin so sjúkur? Kanska skal skjóti døgurðamaturin ikki skiljast sum eitt stykki av kjøti, men heldur sum eitt súmbol á okkara gerandisligu trupulleikar, sum vit ikki geva okkum far um, leggja til viks, og sum síðani liggja og hópa seg upp niðast í okkara frystiboks, til vit endiliga hava fingið nóg mikið av teimum og taka teir upp. Kanska er frystiboksin vorðin so full, at vit ikki hava pláss fyri fleiri lutum í henni, og vit mugu tøma hana? Tá eru trupulleikarnir blivnir so gamlir og rotnir, so vit gerast sjúk av teimum og noyðast at steðga við tí, sum vit gera, tí okkara kroppur og sinni má berjast við sjúkuna...

 

Skriva víðari haðani, hvussu tú velur at tulka øll súmbolini, sum koma fyri í søguni. Minst til, at tú mást vera gjøgnumførdur, og at tín tulking skal vera samanhangandi. Hon skal geva eina djypri mynd av søguni, men tú skalt vísa, at tú hevur eitt poeng við øllum tí, sum tú hevur tulkað søguna til.

 

Perspektiveringin og niðurstøðan
Perspektivering merkir einans at seta søguna í ein størri hóp. Víðka um stílin við at finna onkra líknandi hending ella aðra søgu, sum hevur sama boðskap sum tann, sum tú situr og skrivar um. Um tú byrjaði stílin við innganginum, sum stendur skrivaður ovast, so kanst tú fara beint aftur til hann í perspektiveringini, og hesa ferð skalt tú nýta tína tulking av søguni um frystiboksina til at svara teimum spurningunum, sum tú setti í innganginum. Skriva til dømis soleiðis:

 

“Sum stuttsøgan “Frystiboksin” roynir at lýsa, so hava vit menniskju lyndi til at goyma okkara trupulleikar frá samfelagnum, og er hetta ikki júst tann stóri trupulleikin, sum samfelagið stríðist við í løtuni? Triði hvør føroyingur líður av strongd, og sálarfrøðingarnir eru so fáir í tali, at bíðilistin er øgiligur. Hvussu skal trupulleikin handfarast?”

 

Skriva so víðari haðani. Hugleið sjálvur. Vís, at tú dugir at seta tær sjálvum spurningar og svara teimum. Tað er altíð gott at kunna draga samfelagið inn í søguna, og nýt tína vitan um samfelagið til at skora nøkur eyka stig. Minst til, at her skalt tú svara spurningunum, sum tú setti í innganginum. Tá ið tú heldur teg hava prógvað títt poeng, endar tú tín stíl við eini niðurstøðu. Stílurin kann eisini enda við einum opnum spurningi, sum noyðir lesaran til at hugsa víðari um tað, sum tú ert komin fram til.

 

“Men soleiðis eru vit menniskju. So leingi, sum vit halda okkum vera einsamøll, velja vit at byrgja okkum sjálvi inni. Vit leita okkum ikki hjálp, tí vit halda, at hetta fer at gera okkum til eina byrðu fyri onnur, og vit skammast um, at vit ikki kunnu vera eins fullkomin og øll hini. Men hvussu skulu vit nakrantíð steðga hesum einseminum, um vit ikki øll vísa hvørjum øðrum, at vit øll eru eins? Um vit halda áfram at vísa umheiminum, at vit eru fullkomin, fara tey sjálvandi at halda, at okkum ikki tørvar hjálp. Tá ið køliskápið í køkinum fyllist, so fara vit oman í kjallaran og goyma tað í frystiboksini. Til endans gongur hon fyri, maturin rotnar, og vit gerast sjúk. Nær er seinast tú bjóðaði einum fremmandum til náttúrða, so at tú kundi sleppa at tøma av tí, sum tú hevði fryst burtur?”

 

Hvussu tú fært 11 talið

Ver eitt sindur mýstiskur.
Fá tín lesara til at hugsa eitt sindur sjálvur við at vísa honum, at tú veitst meira, enn tú skrivar, og at hann má lesa millum linjurnar. Skriva til dømis: “Sum at bíða eftir Godot. Tíðin, sum gekk, men ongantíð kom.” Hatta er nóg mikið í sær sjálvum. Ikki seta teg at greiða frá, hvør Godot er. Ger slíkar tilvísingar, sum vísa, at tín vitan røkkur longri enn stílurin, og spæl eitt sindur smartur, men:

 

Ikki reypa tær av tínari vitan!
Um tú perspektiverar við til dømis eksistentialismu, set teg so ikki at skriva fleiri síður um tað evnið einans fyri at vísa, at tú kennir evnið út og inn. Skriva einans tað, sum er relevant til sjálva søguna. Royn altíð at halda ein reyðan tráð, og fá einans tað týdningarmesta við. Sum nevnt omanfyri: ver eitt sindur mýstiskur!

 

Set teg inn í almenna vitan
Fylg við í tíðindunum dagarnar áðrenn tú fert til roynd. Tað er altíð eitt pluss at kunna gera eina tilvísing til okkurt aktuelt úti í samfelagnum.

 

Spæl við orðum og vendingum
Gev tínum stíli eitt lítið tvist við at nýta setningar, sum ljóða hugvekjandi, sum til dømis “Vit kunnu goyma, men ongantíð gloyma,” ella “Tað einasta, sum er eftir, eru hendur. Skapandi hendur og oyðileggjandi hendur. Og hvat hendir tá?” ella “tann ónatúrliga náttúran”. Nýt eisini føroysk orðatøk, um tey passa væl inn. Tú kanst leita eftir listum av teimum inni á google.

 

Ver gjøgnumførdur
Títt poeng við stílinum skal alla tíðina skara framúr. Um tú mótsigur tær sjálvum, so skal hetta vera til frama fyri niðurstøðuni, sum tú kemur við til endans. Ikki lata leysar træðrir vera ósvaraðar, tá ið lesarin er liðugur við stílin. Tá lesarin hevur lisið síðstu síðu, skal hann vera sannførdur um, at tú hevur skilt søguna, hevur tulkað hana, hevur sett hana í størri samanhang, og at alt hetta hevur verið samanhangandi og at niðurstøðan passaði við restina av stílinum.

 

Soleiðis fært tú 13-talið.

Stava rætt
Einki er so órógvandi fyri ein lærara í føroyskum sum at lesa ein stíl, ið er illa skrivaður. Stavingin kann ávirka tín stíl heilt upp í fýra karakterir øvuta vegin, so ger títt heimaarbeiði. Tak niður forritið “stavarin” frá internetinum. Keyp tær atgongd til orðabøkurnar hjá Sprotanum og royn at finna føroysk orð í staðin fyri tey útlendsku. Ein væl stavaður stílur er ein beinleiðis ábending til tín lesara um, at tú hevur uppiborið ein góðan karakter.

 

Kenn føroysku mentanina
Tú mást vita, hvør William Heinesen, Nólsoyar Páll, Hans Andrias Djurhuus og onnur eru, og hvørji teirra sosialu og politisku sjónarhorn eru. Tú mást kenna føroyskan politikk og føroyska søgu og kenna stríðini, sum hava verið í føroysku mentanarsøguni. Kenn málstríðið, búskapin, almenn viðurskifti, aktuell mál og annað viðkomandi. Um restin av stílinum er væl úr hondum greiddur, og tú eisini klárar at flætta hetta inn í stílin – enn uttan at vera ov reyputur – kanst tú møguliga enda á einum 13-tali.

 

NB! Stuttsøgan “Frystiboksin” og rithøvundurin “Hansina Hansen” er einans nakað, sum Röddin hevur funnið uppá, og hesi bæði finnast ikki í veruleikanum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.