Gerst klárur til roynd: politiski pallurin

Gerst klárur til roynd: politiski pallurin
Fiskiloyvi, Messerschmidt og NSA. Hevur tú skil á, hvat hendir á politiska pallinum úti og heima beint nú? Fá eitt skjótt yvirlit yvir nakrar av hendingunum í farnu viku samt spurdómar, sum tú kanst seta til tínar próvtøkur.
26.05.2014 - 00:15

Føroyar

Sambandsflokkurin vil nýskipa fiskivinnuna, men ikki uttan at mótsiga sær sjálvum – ljóðbrot frá útvarpstíðindunum 23. mai.

 

Búskaparfrøðingur sigur tvørturímóti, at hesin framferðarháttur gagnar nøkrum fáum heldur enn fjøldini - ljóðbrot frá útvarpstíðindunum 24. mai.

 

- Hvør skal hava rætt til fiskiloyvini, og hvussu skal hetta loysast á besta hátt? Skulu tey gagna øllum ella einans teimum, ið vilja nýta tey til nakað?

 

Tjóðveldi setir samkynt hjúnarband á teirra stevnumið, men tað eru ikki allir tjóðveldismenn eins nøgdir við – innslag í Degi & Viku 20. mai.

 

- Er rætt hjá flokkum at seta mál á skrá, sum kunnu elva til stríð innanhýsis? Skulu mál verða viðgjørd eftir persónligari sannføring ella floksins sannføring?

 

Evropa

Val til Evropaparlamentið endaði í gjár, og høgravendu flokkarnir vunnu so syngjandi.

 

- Hevur hetta kanska okkurt tilknýti til stóra arbeiðsloysið eftir fíggjarkreppuna?

 

Dansk Folkeparti vann valið í Danmark við fýra av teimum 13 donsku sætunum, og yvir alt Evropa hava ES mótsinnaðir flokkar, bæði høgravendir og vinstravendir, fingið framúr góð val – grein á bbc.com. Eisini hava nógvir nationalistiskir flokkar fingið góða undirtøku, og enntá ein nýnasistur vann eitt av sætunum hjá Týsklandi.

 

- Hvat sigur hetta um hugburðin, evropear hava til flóttafólk og innflytarar, men mest av øllum til sjálvt ES? Er ES ein farin tíð, og um ja, hvør er so framtíðar loysnin?

 

Eisini varð nýggi patentdómstólurin viðtikin í Danmark. Politiken.dk hevur gjørt hetta sjónbandið, sum á einans fimm minuttir greiðir frá, hvat hann inniber.

 

- Er hetta gott ella ringt fyri íverksetarar, og fer hetta at hava nakra ávirkan á búskapin í Evropa?

 

Útheimurin

Tveir statir afturat í USA loyva nú samkyndum at giftast, og 55% av borgarunum í USA taka nú sambært hesi kanning hjá Gallup undir við samkyndum hjúnarbandi. Rákið í samfelagnum kann tí metast vera at geva borgarum í landinum enn fleiri rættindini, men eftir øllum at døma er ringt at fáa lond at stuðla flóttafólkum í t.d. Sýria.

 

- Hvussu kunnu vit sum menniskju rúma ymiskar sannføringar sum tjóðarborgari og altjóða borgari, tá tað snýr seg um t.d. mannarættindi?

 

Wikileaks sigur seg fara at avdúka enn eitt land, ið verður avlurtað av amerikanska NSA - grein á South China Morning Post (á enskum).

 

- Tørvar okkum USA at vera løgregluovasti heimsins? Kundu vit yvirhøvur klárað okkum sjálvi uttan milliardirnar hjá USA sum liðfelaga, um kríggj skuldi brostið á í Evropa?

 

Vitja heimasíður sum Kringvarpið, DR, Politiken, Berlingske, Jyllands-PostenBBC, The Economist og Google News fyri at fylgja við tíðindunum áðrenn tínar próvtøkur. Eisini er hent at fáa sær eina twitter síðu og síðan fylgja tíðindasíðunum, sum halda teg dagførdan við at leggja sínar yvirskriftir út sum tweets.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.