Savnsmynd
Sóley Danielsen: Kommunuskúlin skal vera eitt mentanarhús
-Visjónin er, at fáa eitt skapandi og livandi umhvørvi í Kommunuskúlanum, sum annars stendur tómur, har allar listagreinar eru vælkomnar, sigur Sóley Danielsen stigtakari av undirskrifta innsavningini til Tórshavnar Býráð um at gera Kommunuskúlan til eitt mentanarhús.
10.06.2014 - 13:30

Sóley Danielsen, sum lesur leiklist í London, hevur nú tikið stig til at fáa listafólk at skriva undir eina áheitan á Tórshavnar Býráð um at gera Kommunuskúlan til eitt mentanarhús.

 

Sóley vísir á, at hóast hetta uppskotið ikki er ein varandi loysn, gevur hetta listafólki høvi til at skjalprógva alt virksemið, sum kemur burturúr einum tílíkum húsi, og hvussu tað kann ríka um mentanarlívið.

 

Síðan Kommunuskúlin fekk ta staðfesting, at hann hevði sopp, hevur nógv verið kjakast um, hvat hann nú skal brúkast til, og um hvørt hann skal rívast niður ella ei. Nógv hevur bent á, at Kommunuskúlin verður umbygdur til íbúðir, men tó er eingin endalig niðurstøða komin til tað enn.

 

Síggj eisini greinina: Kommunuskúlin til íbúðir.

 

-Visjónin er, at fáa eitt skapandi og livandi umhvørvi í Kommunuskúlanum, har hurðin er opin hvønn dag, og har allar listagreinar eru vælkomnar. Hetta er ein loysn "her og nú" fyri nógv listafólk, heldur í øllum førum Sóley Danielsen.

 

Av tí Tórshavnar kommuna ikki hevur gjørt av, hvat bygningurin skal brúkast til, ella um/nær hann skal rívast niður, heldur Sóley, at tað er óvist, hvussu leingi bygningurin kann brúkast sum mentanarhús. 

 

At enda heitir hon á øll listafólk og áhugaði um, at stuðla hesari royndar verkætlanini um at brúka Kommunuskúlan til eitt alternativt mentanarhús. 

 

Tú kanst síggja innsavningina av undirskriftum her.

 

 

Hvør er tín meining? 

 
 

 

 

Interview við Moddi Moddi hevur verið á drúgvari konsertferð og endaði ferðina í Føroyum. Hann greiðir frá konsertferðini, og prátar um alt frá verkætlan hansara til hálvtrýss ára gamlar konur.
Snarskeið í at skriva BV3 Stress, stress og meira stress
Klumma: Eri eg ein pisa, ið ongantíð fer á flog? Eg eri takknemlig, eg eri glað, og eg vildi ikki havt tað á ein øðrvísi hátt. Men tað vilja øll hini.
Bitcoin fyri býttlingar Eitt gott tip hevði verði at keypt sær Bitcoin fyri nøkur oyru í dag aðrenn tað er forseint, men sjálvandi bara nýt pening, ið tú er klár/ur at missa.
Interview við Koba & Vatnhamar Hygg við hósdagin 14. desember, tað verður feitt!