Aldurnar hótta høvuðspallin

Aldurnar hótta høvuðspallin
G! leiðslan hevur fingið smærri trupulleikar við stóra pallinum.
19.07.2014 - 16:00

Festivalgestirnir fingu eina heldur ógvusliga sjón í morgun, tá tvær broytir sóust koyra runt á sandinum við stóra pallin. Fjøran hóttir við at skola inn á stóra pallin, og fyri at forða hesum hava samskipararnir arbeitt í allan morgun við at byggja eina vatnbyrging.

 

- Tað breyt eitt sindur uppum. Fólk hava trampað m.a. sekkirnir, sum byrgdu fyri, niður. So vit hava fingið sand afturat at leggja fyri, og vit hava nokk av sandi til at taka fram um, sigur Ólavur Thorsteinsson, samskipari.

 

Tey hava m.a. verið noydd til at flyta tann eina bassin fyri at vera á teirru tryggu síðuni. Men er vandi fyri at hetta kemur at ávirka tónleikaskránna?

 

- Hetta kemur ikki at ávirka nakað sum helst. Vit hava vitað tað allatíðina og hava arbeitt við tí eitt sindur hvønn dag. Alt er í ordan, konsertirnar verða somu tíðspunktini osv.

 

Menn eru á standby allatíðina niðri á sandinum, og fyrsta konsertin er júst skotin í gongd við Døgg Nónsgjógv á pallinum.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.