Madreselva: Columbiansk-Føroysk hondgjørd prýði á G!

Madreselva: Columbiansk-Føroysk hondgjørd prýði á G!
Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen er 26 ára gomul og býr í Argentina. Við síðuna av lesnaði ger hon ymsar prýðislutir úr náttúrligum tilfari. Sunniva hevur sín egna bás á G! festivalinum, sum eitur Madreselva, har hon selur vørur sínar.
19.07.2014 - 18:30

- Eg lesi í Argentina, og havi búð har tey seinastu trý árini. Mær dámar væl at vera kreativ, og tí eri eg farin undir júst hetta. Eg havi mín egna bás á einum marknaði í Argentina, har selji eg mínar vørur. Eg havi eisini fingið nógv vinfólk, sum eisini selja ymiskt, sum tey sjálvi hava gjørt. Summi av tingunum, sum eg selji, hava míni vinfólk gjørt.

 

Básurin hjá Sunnivu er á G! eitur Madreselva, og har ber til at keypa ymiskt prýði, heimagjørd müslibarrir og Guaya bitar.

 

- Alt tilfarið, sum eg brúki til smykkurnar, er náttúrligt. Eg selji oyralokkar, ringar og hálsprýði úr turkaðum graskari og eisini úr fiskaskræðu. Eftirsum at eg eri á G!, so havi eg eisini gjørt Suðuramerikansk müslibarrir og søtir Guaya bitar, sum eru innpakkaðir í bananbløð. Eg selji eisini Molas, ið eru hondseymað pløgg, sum Columbiansk Kuna upprunafólk hava gjørt.  

 

Básurin hjá Sunnivu er á fesivaløkinum á G!

 

Sí myndir niðanfyri:

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.