Stop torture átak á G!

Stop torture átak á G!
Í ár er møguleiki at vitja básin hjá Amnesty á festivaløkinum á G!
19.07.2014 - 21:30

Amnesty International er ein altjóða mannarættindafelagsskapur, sum kannar mannarættindastøðuna kring heimin, skrivar frágreiðingar og ger átøk. 

 

Eisini í Føroyum hevur Amnesty eina deild, og er hon ein av teimum heilt gomlu. Amnesty International varð sett á stovn í 1961, og 4 ár eftir hetta sá deildin í Føroyum dagsins ljós.

 

Endamálið hjá Amnesty er at øll menniskju hava tey somu grundleggjandi mannarættindi, sum verða lýst í heimsyvirlýsingini hjá ST.

 

 

Mitt á festivaløkinum á G! hevur Amnesty sín egna bás, har tey kunna fólk um eitt átak ímóti píning. Í samband við átakið, verður dentur lagdur á eitt serligt mál um ein ungan mann í Nigeria.

 

 

Niðri í básinum hjá Amnesty á G! siga tey soleiðis um átakið:

-Á G! arbeiða vit við einum átaki ímóti píning, og vit leggja serliga stóran dent á eina ávísa søgu um ein drong úr Nigeria. Hann eitur Moses, og varð ákærdur sum 16 ára gamal, fyri at hava stolið tríggjar fartelefonir. Eftir at hann hevur sitið í fongsli í átta ár, bleiv hann píndur, og játtaði seg hareftir sekan. Av tí hevur Moses fingið deyðarevsing.

 

 

Amnesty International arbeiðir hart ímóti hesum málinum, og savnar eisini undirskriftir inn á G! festivalinum, við vón um, at deyðarevsingin hjá Mosesi verður ógildað.

Hanna Vang hevur tikið myndirnar.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.