- Fólk kunnu vænta sær eitt brak av einari konsert!

- Fólk kunnu vænta sær eitt brak av einari konsert!
26. juli verður tónleikatiltakið Tórsfest fyri fyrstu ferð hildið í gongugøtuni í Tórshavn. Nógv spennandi nøvn eru á skránni, og eitt teirra er bólkurin Punjab. Í hesum sambandi hevur Röddin fingið sær eitt prát við 18 ára gamla Matthias Kjølbro, saxofonleikara í Punjab.
25.07.2014 - 13:30

Manningin í Punjab møttist í Nám X í 2012, har teir vóru á tónleikabreytini saman.

 

- Fyrru helvtina av árinum varð arbeitt fram móti eini ferð til Finnlands, har vit skuldu framføra ein sangleik, ið vit høvdu skrivað. Vit í Punjab, umframt fleiri onnur, endaðu síðani í tónleikabólkinum har, og tað var meira ella minni gjøgnum henda túrin, at hugskotið um tónleikabólkin byrjaði.

 

- Stórt ivamál hevur verið um, hvat slag av tónleiki vit spæla. Vit hoyrdu einaferð, at vit spældu “blues inspireraðan alternativan funk rock”, ið ikki er heilt av leið.

 

Spurdur, hvar teir fáa íblástur til tónleikin, svarar Matthias:


- Ein vísur maður segði einaferð “inspiratión er fyri taparar!”

 

Hann leggur tó afturat, at limirnir í Punjab lurta eftir nógvum ymiskum tónleiki, ið teir fáa íblástur frá. Her kunnu nevnast nøvn sum Pink Floyd, Jimi Hendrix, Van Halen og eisini nógvir føroyskir tónleikarar.

 

Hóast Punjab er ein lutfalsliga nýggjur bólkur, hava teir gjørt nógv um seg seinastu tíðina. Teir hava millum annað verið at hoyrt á Sement, Voxbotn, Country og Blues festivalinum og til tiltøk í Norðurlandahúsinum. 

 

- Í Novembur skipaðu vit eisini fyri egnari konsert, í samstarvi við Giss Patursson, fyri fullum húsi í Perluni, fortelur Matthias.

 

Spurdur, hvat fjøldin kann vænta sær av framførsluni á Tórsfest, svarar Matthias:

 

- Fólk kunnu vænta sær eitt brak av einari konsert! Tvætl, tað verður í øllum førum lív í . Eisini kunnu vit lova, at okkurt nýtt lag verður at hoyra. 

 

Hvussu framtíðin sær út, er torført at siga. Tó fortelur ungi saxofonleikarin, at Punjab fer at spæla saman í minsta lagi tvey ár aftrat, meðan allir limirnir ganga á Studentaskúlanum í Hoydølum.

 

- Ætlanin er at fara í studio í August mánaði at upptaka nøkur løg at geva út, sigur Matthias at enda.


Umframt Matthias sjálvan eru tað Árni Jóhannesson, Kári Ellingsgaard, Kristian Pauli Ellefsen, Tórður Dam Jacobsen og Robert Bjarnason, ið manna bólkin.

 

Hoyr Punjab framføra við Lyon Hansen her!

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.